Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Amerikanski herflotin roynir í hesum døgum av øllum alvi at fáa eitt niðurdottið jagaraflogfar upp aftur av havsins botni í Suðurkinesiska Havinum. Flogfarið fór mánadagin út av breytini, tá tað skuldi seta seg á flogberan USS Carl Vinson.

Talan er um eitt av nýggjastu, dýrastu og mest framkomnu jagaraflogførum hjá USA, og tá óhappið hendi í altjóða sjógvi kunnu øll fara eftir tí, halda serfrøðingar. Tað ger støðuna truplari, at Kina sigur, at alt økið har á leiðini er kinesiskt øki. Kina hevur ikki hetta slagið av flogførum, sum verður kallað ein flúgvandi telda, eitt slag av "play makara" í luftini, tí tað eisini kann lyfta tøknina á øðrum, eldri flogførum, sum tað flýgur saman við, upp á eitt hægri stig.

Bjargingarútgerðin, sum USA skal brúka, er á veg, men tað tekur framvegis 10 dagar, áðrenn útgerðin er komin fram.

BBC endurgevur fleiri serfrøðingar sum siga, at tað er av avgerðandi týdningi fyri USA, at flogfarið ikki verður liggjandi á havsins botni til øll onnur, og serliga kinverjar, at fara avstað við. Aðrir siga tó, at tað er ivasamt um Kina torir at fara eftir flogfarinum og harvið gera eina frammanundan spenta støðu enn spentari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo