Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Russland fyrireikar eitt stórálop á Ukraina í næstum.

Tað hava amerikanskir embætismenn sagt við fjølmiðlar, og upplýsingarnar hava teir frá fregnartænastukeldum.

Russland hevur nú 110.000 hermenn standandi framvið markinum ímillum londini, og um eina viku ella so eru teir 150.000, tí fleiri eru á veg, verður sagt. Amerikansku embætismenninir meta, at tað fer ikki at taka Russlandi meira enn 48 tímar at taka høvuðsstaðin, Kijev, og koyra forsetan, Volodymyr Zelenskyj frá.

Teir hava eisini eitt boð uppá manfallið. Russiska álopið fer at kosta millum 25.000 og 50.000 vanligum fólkum lívið, umframt at tað helst fer at elva til ein stóran streym av flóttarfólki. Harumframt kann roknast við, at millum 5.000 og 25.000 ukrainskir hermenn fara at liggja eftirá eins og ímillum 3.000 og 10.000 russkiskir hermenn fara at lata lív.

Í dag koma 1.700 amerikanskir hermenn til Póllands. Eygleiðarar halda, at tað er ein roynd hjá USA at senda eini boð til Kreml um, at hvørki Europa ella Ukraina eru gloymd av USA.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo