Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

USA hevur meira ella minni keypt upp framleiðsluna av koronaheiliváginum Remdesivir, skrivar The Guardian. 

Øll juli-framleiðslan er keypt av USA, umframt 90 prosent av august- og septemberframleiðsluni.

Restin av heiminum, millum annað ES, noyðist tí at bíða minst tríggjar mánaðir eftir at fáa Remdesivir, sum er annar av tveimum heilivágum við effekt móti covid-19.

– Trump forseti hevur gjørt eina framúr deal til tess at tryggja at amerikanarar fáa fyrsta góðkenda heilivágin móti Covid-19, sigur heilsumálaráðharrin Alex Azar sambært The Guardian.

– Vit tryggja at allir amerikanskir sjúklingar sum hava tørv á Remdesivir fáa tað. Trump-administrasjónin ger alt sum stendur í hennara mátti til tess at læra meira um lívbjargandi heilivág móti covid-19 og at tryggja atgongd til hesar møguleikar fyri amerikanska fólkið, segði hann skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo