Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

WikiLeaks stovnarin, Julian Assange, kann vænta sær ein drúgvan fongsulsdóm, um hann verður útflýggjaður til USA. Hann hevur annars í dag tapt eitt mál ímóti júst USA sum vil hava hann útflýggjaðan. Ein kærudómstólur í London hevur gjørt úrskurð, skrivar Reuters. Dómstólurin sigur, at tað eru ikki nóg haldgóð prógv fyri, at Julian Assange verður í nøkrum vanda, um hann verður útflýggjaður.

Í USA er 50 ára gamli Julian Assange ákærdur fyri brot á lógina um njósning, tí hann í 2010 almannakunngjørdi fleiri 1000 skjøl um kríggið í Irak og Afghanistan.

Julian Assange flýggjaði í 2013 inn á sendistovuna hjá Ekvador, men 11. apríl 2019 varð hann við valdi togaður út av sendistovuni av bretsku løgregluni og settur fastur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo