Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

John Rødgaard, vinstrumegin, kýtti seg av øllum alvi í góðar fimm tímar í gjár móti usbekiska stórmeistaranum. Okkara veteranur hevði fult tamarhald á støðuni, men snávaði til endans.

John Rødgaard, vinstrumegin, kýtti seg av øllum alvi í góðar fimm tímar í gjár móti usbekiska stórmeistaranum. Okkara veteranur hevði fult tamarhald á støðuni, men snávaði til endans.

Talvsambandið: Eftir 4-0 á San Marino í fyrsta umfari, var mótstøðan ein heilt onnur hjá føroyska landsliðnum í øðrum umfari á talvolympiaduni í India í gjár.

Fýra sterkir stórmeistarar úr Usbekistan - fjarasiatiska landinum úr fyrrverandi Sovjetsamveldinum - bíðaði. Á fyrsta borði sat sjálvur heimsmeistarin í kviktalvi, Nodirbek Abdusattorov. Tríggir lógu væl omanfyri 2600 í rating. Usbekistan er styrkismett nummar fjúrtan av teimum 188 liðunum í kappingini.

Ivan Sokolov virkar nú sum venjari hjá talvkáta landinum við teimum 35 milliónum fólkunum. Fyrrverandi venjarin hjá Havnar Telvingarfelag læt heilsa sínum gomlum vinum í Føroyum, men eftir tað var eingin miskunn. Hann hevði fyrireikað sínar menn væl til dagsins dyst, tí allir útintu greiða favorittleiklutin á øllum fýra borðunum.

Á ovaru borðunum vórðu okkara menn náðileyst revsaðir fyri hendinga óneyvar leikir tíðliga í talvinum. Eftir tað stóð støðan ikki til at bjarga. Øðrvísi var á aftaru borðunum. Rógvi Egilstoft telvaði væl og hevði eitt skifti greiðan fyrimun - teldan roknaði fyrimunin til 1,8 - men hann fann ikki besta framhaldið, og misti tráðin. John Rødgaard stóð eisini væl. Hann hevði eitt spennandi talv, og við sínum eyðkenda, trygga grundspæli tóktist hann hava fult tamarhald á støðuni. Men tá ið góðir fimm tímar vórðu farnir, og teir nærkaðust teimum 70 leikunum, var møðin kanska farin at merkjast, hann fann ikki bestu leikirnar, og tá var brátt tap í hendi.

Soleiðis er móti teimum heilt góðu. Sjálvt góðar støður kunnu fara fyri mutur og skutur, tí tú ert undir støðugum trýsti. Kortini má 4-0 tapið sigast at vera eitt lítið vónbrot, tí vit høvdu støður til annað úrslit.

Rósur til Føroyar
Fleiri eru tey, sum senda beinleiðis frá talvolympiaduni í India. Ein vælvitjað rás er tann hjá Chess24, sum stórtelvararnir Peter Svidler úr Russlandi og Peter Leko úr Ungarn eru vertir á, og sum sæst á Youtube.

Í gjár fall prátið teirra millum eina løtu á Føroyar. Teir gjøgnumgingu leysliga dystin millum Føroyar og Usbekistan. Svidler, sum hevur verið russiskur meistari fleiri ferðir og vunnið OL gull fyri Russland, mintist við stórari gleði aftur á stóru altjóða kappingina Tórshavn Open í Føroyum í 1997, sum hann vann í harðari kapping við eitt nú Ivan Sokolov. Hann segði, at upplivingin av Føroyum er ein tann besta og minniligasta hjá sær, og hann mælti øllum at fara til Føroyar at ferðast. Hann rósti eisini Helga Dam Ziska, og segði, at teir høvdu telvað javnt sínamillum í EM-kappingini í 2011.

Peter Leko, sum í síni tíð var í topp 5 í heiminum (2003), legði aftrat, at Føroyar vóru fantastiskar. - Nú eri eg eisini sera áhugaður í hondbólti, og eg undraðist í summar at síggja føroyska mansunglingalandsliðið vinna á Danmark og øðrum góðum liðum í EM-endaspælinum í Portugal, í fótbólti hava teir eisini fleiri góð úrslit, og sama er í talvi. Hvussu kunnu teir standa seg so væl við so fáum fólki, helt hann undrandi fyri.

Puerto Rico í dag
Í dag telva Føroyar móti Puerto Rico. Góðar tríggjar milliónir fólk búgva í karibiska oyggjalandinum.

Føroyar hava javnan dystast móti Puerto Rico á talvolympiadum, dysturin í dag er tann áttandi í røðini. Tað var serliga fyrstu árini, at vit javnan møttust, men nú er langt síðan seinasta dystin.

Í øllum dystunum hevur tað gingið javnt á, men Føroyar hava ongantíð vunnið á Puerto Rico. Tríggir dystir eru endaðir javnir, men fýra ferðir hava vit tapt tepurt.

1974 Føroyar - Puerto Rico 1½-2½

1978 Føroyar - Puerto Rico 1½-2½

1980 Føroyar - Puerto Rico 2-2

1982 Føroyar - Puerto Rico 2-2

1984 Føroyar - Puerto Rico 1½-2½

1990 Føroyar - Puerto Rico 2-2

1994 Føroyar - Puerto Rico 1½-2½

Í dag er støðan ein onnur. Føroyar eru styrkismettar væl hægri, og áttu at farið at vunnið fyrsta dystin móti Puerto Rico.

16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol fær sín olympiska elddóp í dag. Hann loysir John Rødgaard av á fjórða borði.

Meira er at lesa á faroechess.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo