Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Starvsfólkamatstovan í Tinganesi hevur farnu árini verið rikin av uttanhýsis veitara.

Sáttmálin at reka matstovuna verður nú boðin út av nýggjum.

Kundaskarin í matstovuni eru serliga starvsfólkini í ráðunum og stovnunum á Tinganesleiðini. Vanligar dagar eta umleið 30-40 starvsfólk í matstovuni.

Sáttmálin um rakstur av matstovuni fevnir um matgerð av fjølbroyttum og heilsugóðum mati umframt reingerð av matstovuni, køki og vesi.

Umframt at veita mat til starvsfólk í døgurðasteðginum, kann talan eisini vera um at veiting til serlig tiltøk.

Freist at lata inn tilboð er á middegi 1. desember 2020.

Til ber at lesa meira um útboðið á: keypsportal.fo

Fyri at frætta nærri og fáa útboðstilfar, kunnu áhugaðir bjóðarar venda sær til Leiv Langgaard, fulltrúa í Løgmansskrivstovuni, leivurl(at)tinganes.fo, tel. 556126.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo