Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Arbeiðsmenn, arkitektar, ráðgevar, núverandi borgarstjóri og fyrrverandi borgarstjórar í Tórshavnar kommunu, umframt starvsfólk og nevndarlimir í FSF vóru komin saman, tá tað seinnapartin mikudagin varð skipað fyri reisigildi á Tórsvølli.

Løtan byrjaði við at Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya bjóðaði vælkomin, og í stuttum lýsti hann gongdina í samband við byggingina av Tórsvølli, frá tí at arbeiðið byrjaði seinast í 90’unum, og til dagin í dag.

Tórsvøllur er bygdur í tøttum samstarvi millum Tórshavnar kommunu og FSF, og sigast má, at talan hevur verið um eitt langt og gott samstarv. Tilsamans hava seks borgarstjórar sitið í kommununi hesa tíðina. Teir eru Poul Michelsen, Lisbeth Petersen, Jan Kristiansen, Leivur Hansen, Heðin Mortensen og nú Annika Olsen.

Annika Olsen og Heðin Mortensen søgdu eisini nøkur orð, áðrenn Rúni Abrahamsen frá MAP Arkitektar, kunnaði um arbeiðsgondgina, frá tí at stóra verkætlanin byrjaði fyri nógvum árum síðani, og til nú, tá nýggi bygningurin á vestaru síðu, ið kemur at rúma millum annað umklæðingarrúmum, goymslu, fjølmiðlum, umleið 1.500 áskoðarum og øðrum, er reistur.

Um alt gongur eftir ætlan, stendur Tórsvøllur liðugur um eitt lítið ár, og verður klárur til EM-endaspælið hjá U17-gentum, sum verður í Føroyum í apríl-mai 2021.

Myndir: https://www.fsf.fo/utbyggingin-naerkast-endanum/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo