Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Frá CO2 til grøna orku. Tórshavnar kommuna skipar fyri Umhvørvisviku fyrst í mai, og tá verður eisini farið ein túr við Norðlýsinum til Nólsoyar. Motorurin verður sløktur og seglini vundin upp. Siglt verður út á Hósmøl, har ferðafólkini fara í land. Hósmøl er á vestursíðuni á Nólsoynni, og ofta verður sagt, at Hósmøl er sólríkasta stað í Føroyum.

Á túrinum verður greitt frá notum og øðrum plantum, ið vaksa á økinum. Á Hósmøl verða notur heintaðar, og síðani verður gingið heim í bygdina, har møguleiki verður fyri at grilla notupitsur.

Norðlýsið siglir úr Nólsoy og inn til Havnar aftur.

Farið verður úr Vágsbotni klokkan 14.

Ferðaleiðari verður við á túrinum, sum er ein miðal tungur túrur. Verið væl skødd og takið ein drekkamunn við. Túrurin er ókeypis.

Tilmelding á torsinfo@torshavn.fo ella tlf. 30 24 25.

GG! Túrurin klokkan 14 er fullteknaður, og ein eyka túrur verður klokkan 16. Avmarkað pláss.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo