Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikudagin 11. mai kl. 14 skipar Ocean Cluster Faroes fyri ókeypis tiltakið um á menning og nýskapan í veitaravinnum hjá fiski- og alivinnuni. Tá koma Suni E. Justinussen, stjóri í JT Electric, og Robert Andreasen, menningarleiðari hjá Petur Larsen, at greiða frá tilgongdini til menning í fyritøkunum.

Tøknilig menning hevur avgerandi týdning fyri framleidnisvøkstur í fiski- og alivinnuni. Í Føroyum eru fleiri spennandi fyritøkur, sum í gerandisdegnum leggja dent á at menna útgerð og tænastur til fiski- og alivinnuna við tí fyri eyga at betra um lønsemið. Tvær av hesum fyritøkunum eru JT Electric og Petur Larsen, sum hava víst í verki, at tær klára at kappast við stórar fyritøkur á altjóða marknaðinum. Tað, sum fyritøkurnar hava til felags, er, at tær í stóran mun byggja á vitan og hugflog hjá starvsfólkunum, og at tær arbeiða miðvíst og tilvitað við menning.

Á tiltakinum fer Suni E. Justinussen, stjóri, at greiða frá JT Electric og vørunum, tey hava ment. Hann fer at tosa um menningartilgongdina hjá fyritøkuni, og hvat er týdningarmikið at leggja dent á, tá ið arbeitt verður við menning, umframt møguleikar og avbjóðingar hesum viðvíkjandi.

Robert Andreasen, menningarleiðari, fer at greiða frá arbeiðnum og framtíðarætlanum við nýggju menningardeildini hjá Petur Larsen. Hann fer eisini at hugleiða um møguleikarnar og avbjóðingarnar fyri framman, umframt at hann fer at greiða frá menningini av konseptinum av nýggju flakamaskini, sum fyri kortum varð seld til Baader.

Sum altíð, verður høvi til eitt prát og ein drekkamunn eftir tiltakið.

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, og neyðugt er at boða frá luttøku her: Set inn leinkju til: www.sjokovin.fo/tilmelding

Um Ocean Cluster Faroes
Ocean Cluster Faroes er eitt netverk við endamálinum at stimbra nýskapan og burðardygga menning í føroyskum sjófeingisvinnum. Tiltøkini verða fyrsta mikudag í hvørjum mánaði og snúgva seg um ymisk viðkomandi evni fyri føroyskar sjófeingisvinnur. Her fáa áhugapartar høvi at hittast til kunnleikaflutning og at kjakast um felags avbjóðingar og loysnir.

Limir í Ocean Cluster Faroes eru vinnufyritøkur, granskingarstovnar og aðrir áhugapartar. Í Ocean Cluster Faroes hittast partarnir javnan til íblástur. Felags fyri limirnar í Ocean Cluster Faroes er, at teir allir hava áhuga í nýskapan og burðardygd í sjófeingisvinnum, føroyska samfelagnum at frama. Øll eru vælkomin at gerast limir í Ocean Cluster Faroes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo