Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Nú bert ein mánaði manglar í uppgerðini fyri 2020, sæst at útflutningsvirðið av fiskavørunum er minkað 11% samanborið við sama tíðarskeið í 2019. Um vit samanbera við 2018 er tað vaksið 7%.

Hinvegin hevur nøgdin av útfluttum fiskavørum ongantíð verið størri, 4% størri enn í 2019 og 14% størri enn í 2018.

Størsta minkingin er í útflutningi av laksi. Her eru bæði virði og nøgd minkað 16%. Tað eru 600 mió. kr. og 10 tús. tons.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo