Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 2,4 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá apríl 2021 til mars 2022 samanborið við undanfarna skeið. Tað er met. Útflutningurin til Russlands minkaði í mars, men hinvegin hevur útflutningurin til Evropa ongantíð verið hægri ein ávísan mánað.

Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeiðið samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Meira var útflutt av øllum týðandi fiskasløgum.

Útflutningur av laksi vaks við slakari hálvaaðru milliard krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 45%. Nøgdin er hækkað nærum 19 túsund tons ella sløk 30% hetta tíðarskeiðið.

Næststørsti vøkstur er makrelur. Útflutningurin av makreli vaks 451 milliónir krónur. Tað er ein vøkstur á 65%. Í nøgd vaks útflutningurin av makreli 60%.

Útflutningurin av toski vaks 248 milliónir krónur. Tað svarar til ein vøkstur á 32%. Nøgdin vaks 15%.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo