Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Hagstovan: Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1,4 mia. kr. 12-mánaðarskeiðið (apr. 20 - mar. 21) samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í mars er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.

Minkingin av útfluttum laksi er oman fyri hálva mia. kr. Tað er ein minking á 13%. Nøgdin var áleið tann sama.

Útflutningurin av toski er minkaður næstan 400 mió. kr., sum svarar til eina minking á 33%. Minkingin er 34% í nøgd fyri tosk.

Eisini er minni útflutt av makreli. Har er minkingin 272 mió. kr. sum er 28%. Í nøgd er minkingin 15%.

Vitja síðuna hjá Hagstovuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo