Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Samlaði vøruútflutningurin minkaði 1,2 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni 2020 til mai 2021 samanborið við undanfarna skeið.

Tað svarar til eina minking á 13%.

Útflutningurin av fiskavørum minkaði 1 milliard krónur, sum svarar til eina minking á 12%.

Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp. Í talvuni niðanfyri sæst útflutningurin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.

Tað er minni útflutt í flestøllum vørubólkum.

Laksaútflutningurin minkaði 350 milliónur krónur, sum er 9%. Hetta hóast nøgdin var næstan tann sama, ella 1% størri. 

Útflutningurin av toski er minkaður 25% í virði og nøgdin er minkað 27%.

Útflutningurin av slógvi og fiskaúrdráttum er minkaður nógv. Virðið er minkað niður í helvt og nøgdin er minkað 73%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo