Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Frá at hava ligið um 5% síðani ársbyrjan 2019, hevur vøksturin í útlánunum verið fallandi fram til ársbyrjan 2020. Útlánsvøksturin lá um 0% í fyrru helvt at 2020, men veksur nú aftur við eini hægri ferð. Útlánini eru økt við 900 mió. kr. í juni 2021 samanborið við árið fyri; ein vøkstur á 5,8%. Verða útlánini frá donskum fíggjarstovnum til føroyingar tald við, er útlánsvøksturin 8,2%. Í krónum eru samlaðu útlánini vaksin við 1,7 mia. kr. frá juni 2020 til juni 2021.

Tað eru serliga útlán til tænastuvinnurnar, sum eru vaksin nógv. Úr 4,5 mia. í juni 2020 til 5,2 mia. í juni 2021, ella við 700 mió. kr., ið er ein vøkstur á 16%. Tað eru serliga útlán til gisti- og matstovuvinnuna, umframt fastogn og flutning, sum toga vøksturin í útlánunum upp.

Hyggja vit at útlánum til almenna geiran, eru útlánini til kommunurnar vaksin nógv. Frá at vera góða 1 mia. kr. í juni 2020, eru útlánini økt til 1,2 mia. kr. í juni 2021, og tað er ein vøkstur á 20%.

Útlánini úr donskum fíggjarstovnum til føroyskar kundar eru eisini vaksin nógv; við nærum 800 mió. kr., og tað er ein vøkstur á 21,6%, sí myndina niðanfyri. Ein stórur partur av útlánunum frá donskum fíggjarstovnum, er útlán frá realkredittstovnum til føroysk húsarhald. Her eru tað serliga sethúsalán við fastari rentu og við avdráttum, sum vaksa.

Eisini innlánini í føroysku peningastovnunum frá føroyskum kundum eru í tíðarskeiðinum juni 2020 til juni 2021 vaksin, tó ikki líka nógv sum útlánini. Innlánini eru vaksin við umleið 400 mió. kr. ella við 2,5%, og vóru innlánini 17,8 mia. kr. í juni 2021.

Les meira í frágreiðing Landsbankans um fíggjarliga støðufestið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo