At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2007 vóru øll fiskiloyvi uppsøgd. Orsøkin var, at politiska skipanin kendi seg ótrygga við, at feløg við útlendskum íleggjarum keyptu skip fyri óhoyrdar upphæddir.

Fólk sóu vandan í, at fiskivinnan endaði í útlendskum hondum.

Samtyktin at siga fiskiloyvini upp var einmælt, og tingfólk vóru, so sum eg minnist, samd um, at útlendskur kapitalur ikki átti at vera í veiðiliðinum.

Tað, sum átti at verið gjørt tá, var sjálvandi, at samtyktin var fylgd upp beinan vegin, og reglur gjørdar, sum søgdu, at eftir 1. jan. 2018 fingu bert reint føroysk feløg fiskiloyvi. So høvdu feløgini við útlendskum kapitali tað at fyrihalda seg til.

Men tíverri gekk tíðin, uttan at nakað sum helst bleiv gjørt við at gera eina nýggja lóggávu.

Seinasta samgonga setti sær fyri at loysa málið við eini breiðari semju, men, sum vit øll vita gekst tað ikki eftir ætlan og endaði við eini alt ov teprari samtykt seint í 2017.

Tá málið bleiv tikið upp, hugsaði eg við mær sjálvum, at um so einki annað spurdist burtur úr hesi nýggju lógini uttan tað, at útlendingar fóru burtur úr fiskivinnuni, so var, um ikki alt, so ið hvussu so er tað týdningarmesta fingið upp á pláss.

Uppsøgn av útlendska kapitalinum var samtykt í nýggju lógini, og tað haldi eg var eitt av teimum góðu tingunum, saman við tí, at latið var upp fyri, at nýggir aktørar fingu møguleika at royna seg.

Sjálvandi er tað truplari at avvikla útlendingarnar nú, enn tað hevði verið, um teir í 2007 høvdu fingið greitt at vita, at teir ikki sluppu at halda fram eftir 2018.

Men tann kampurin er tikin upp við nýggju lógini, og hann eiga vit kempa til endan.

Gera vit ikki tað nú, fáa vit ongan møguleika aftur.

Samgongan ætlar, at kvoturnar, sum eru farnar á uppboðssølu og til menningarkvotur skulu seljast einaferð með alla og latast sum varandi loyvir.

Tað kann gott geva meining.

Men eg haldi ikki, at tað gevur meining, um verandi stóru aktørar og so als ikki útlendingar, skulu sleppa fram at hesum kvotum.

Tær eiga at vera bodnar út ella latnar til føroysk feløg.

Ført verður fram, at ikki ber til at gera íløgur í skip, uttan so, at kapitalsterkir útlendingar standa aftanfyri.

Hetta argument skilji eg snøgt sagt ikki. Føroyingar hava, líka síðan Nólsoyar Páll bygdi Royndina Fríðu, keypt og bygt skip, uttan at útlendingar hava verið uppií.

Men eftir 2007 letur hetta seg knappliga ikki gera.

Veruleikin er tó, at tey feløg, sum eru reint føroysk, í hesum tíðarskeiði hava gjørt risastórar íløgur bæði í skip og virki.

Enntá megnaðu virkisfúsir menn at keypa snotiligu “Katrin Jóhonnu” uttan útlendska hjálp, hóast teirra fiskirættindi eru sera avmarkað.

Tillukku við tí og góða eydnu!

Jú, sjálvandi megna vit, um vit vilja.

Støðan minnir meg ikki sørt um støðuna í 1972, tá stórt trýst lá á føroyingum at fara inn í EEC, sum ES tá varð rópt. Summir politikarar vóru fyri, og fleiri ivaðust.

Men eftir drúgva viðgerð gjørdist úrslitið til alla lukku, at eitt samt løgting tók undir við, at Føroyar skuldu vera uttanfyri.

Orsøkin til hesa støðutakan var júst tann, at vit ikki vildu lata útlendingar fara avstað við fiskiríkidøminum.

Og tá var fiskimarkið einans 12 fj., -eitt frímerki afturímóti tí øki, vit í dag eiga.

Eg hevðï vónað og væntað, at vit vóru líka tilvitað í dag, sum vit vóru í 1972 og fyri so vítt eisini í 2007 og stóðu saman eins og tá.

Løgtingið má síggja álvarsemið í hesum máli og halda fast um uppsøgnina av útlendskum kapitali og ikki taka hana aftur.

ES stendur til at missa meginpartin av sínum havøki við Brexit. Sjálvandi vilja teir gera alt fyri at fáa fótin fastan í okkara sjóøki!

Rúni Hentze

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo