Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í løtuni er einki yvirhøvur, sum forðar eitt nú einari stórari útlendskari fyritøku ella ríkum einstaklingi at keypa risa økir av jørð ella fyri tann skuld meginpartin av húsunum í lítlari bygd ella oyggj. Hesum má bindast fyri, halda Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum taka undir við uppskotinum hjá Tjóðveldi um at forða útlendingum at keypa jørð og bústaðir í Føroyum.

Men umboðini fyri Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Framsókn eru ósamd. Tey mæla løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, tí at tað vil vera at diskriminera okkara grannar og útlendingar sum heild, um ikki vit loyva hesum at keypa sær ognir her.

- Føroyska landøkið við 18 oyggum er sera avmarkað í stødd, bygdir og býir smá, og avleiðingarnar av útlendskum uppkeypi tí størri. Tí er neyðugt at hava greiðar reglur fyri, í hvønn mun útlendingar, uttan tilknýti til Føroyar, kunnu keypa hús og jørð í Føroyum, vísa Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi á.

Vinnunevndin hevur fingið upplýst frá ognarmeklara, at í onkrari bygd í Føroyum hava útlendingar keypt fleiri hús, og at áhugin frá útlendingum sum heild er stórur.

Onnur lond hava ásetingar um avmarkingar hjá útlendingum at keypa jørð, bústaðir ella summarbústaðir. Sum dømi kann nevnast, at Danmark hevur reglur fyri summarbústaðir. Í Álandi er sonevndi “Hembyggdsratt”, har bert fólk, ið hava bústað ella hava búð í ávíst tíðarskeið í Álandi, hava rætt at keypa jørð, bústað og fastogn.

Hetta kundu vit eisini gjørt í Føroyum.

Legg til merkis, at uppskotið leggur ikki upp til at forða fyri, at føroyingar, ið búgva uttanlands, kunnu keypa summarhús í føroyum. Ynskið er um eina lóggávu, sum kann brúkast í teirri løtu fólk, ið einki tilknýti hava til Føroyar, fáa hug at keypa inn undir seg.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo