Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Crystal Palace-venjarin Roy Hodgson (73) gevst í felagnum eftir hesa sesongina, sigur hann

Fleiri Premier League-feløg hava longu sett seg í samband við umboðini fyri Harry Kane

Málverjin Alisson Becker bjargaði Liverpool tá ið hann fýra minuttir í yvirtíðini skallaði sigursmálið sum heldur lív í dreyminum um Champions League komandi sesong

Leicester vann FA-cup finaluna móti Chelsea við einum máli, sum var einasta málið í dystinum

Erling Braut Haaland er kosin ársins leikari í Bundesligaini av týskum viðhaldsfólkum

Jürgen Klopp & co. skera í fagnaðarróp fyri trý týðandi stig, sum gera at Liverpool hevur Champions League-lagnuna meira ella minni í egnum hondum

Liverpool leikararnir eru komnir í øllum góðum til Old Trafford og fyri at leikararnir skuldu koma trygt fram, brúkti Liverpool ein svartan buss og lumpaði harvið illu fjepparnar

Myndir eru at síggja á sosialu miðlunum sum vísa at bilar hava stillað seg fyri ein Liverpool-buss. Men tað er ikki váttað um Liverpool-hópurin er í bussinum

Evening Standard hevur sett liðini hjá Manchester United og Liverpool til dystin í kvøld klokkan 20.15

Chelsea kundi tryggjað sítt pláss í Champions League heima móti Arsenal, men ein grovur feilur hjá Jorginho gjørdi at Liverpool er við aftur

Sambært bretsku miðlunum BBC og Sky Sports og eisini sportsjournalistinum Fabrizio Romano verður Champions League-finalan flutt úr Turkalandi til Portugal

Manchester City er meistari í Premier League nú tað gjørdist greitt at Manchester United tapti móti Leicester

Ole Gunnar Solskjær hevur gjørt tíggju broytingar á liðnum í dystinum móti Leicester nú klokkan 18

Niðurflytingardysturin í Premier League er avgjørdur - og tað søguliga tíðliga: Fulham flytur niður í Championship saman við Sheffield United og West Bromwich

Manchester United váttar í tíðindaskrivi at Edinson Cavani hevur longt avtaluna við felagið

Við einum 3-1-sigri sendi Arsenal botnliðið West Bromwich niður í Championship næstu sesong. Hetta er fyrstu ferð eitt lið flytur niður við Sam Allardyce sum venjara

Manchester United er bara ein útidyst frá at klára tað «ógjørliga»: ikki tapt á útvølli eina heila sesong

Sjampanju-fløskurnar liggja enn til køling á Etihad eftir at Sergio Agüero lobbaði eitt brotsspark í hendurnar á Chelsea-málverjanum Édouard Mendy

Nú er helst Champions League dreymurin hjá Spurs fokin við 3-1 tapinum móti Leeds

Newcastle skakaði Champions League-jagstrandi Leicester á útivølli. Nú er aftur vandi fyri at Jamie Vardy og liðfelagar hansara lenda uttanfyri topp fýra - aftur

United vann sín dyst samanlagt 8-5 móti Roma og Villarreal 2-1 móti Arsenal, tað vil siga at Manchester United og Villarreal skulu leika Europa Cup-finalu tann 26. mai

OL-luttakarar fara at prikast við vaksinuni hjá PfizerBioNTech, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við IOC

Tað verða Chelsea og Manchester City sum møtast í Champions League finaluni í Istanbul, eftir at Chelsea bara vann 2-0 á Real Madrid í kvøld

Dysturin millum Manchester United og Liverpool, sum var útsettur, er nú settur at verða leiktur hósdagin 13. mai kl. 20.15, skrivar BBC

Sky News royndi at fáa eina viðmerking frá øðrum eigaranum av Manchester United, Avram Glazer, sum býr í Florida, men fekk onga viðmerking

Manchester City skal antin leika móti Chelsea ella Real Madrid í Champions League-finaluni 29. mai eftir at hava vunnið báðar dystirnar móti Paris Saint-Germain

Fótbóltskappingin Dana Cup í Danmark er avlýst av koronastøðuni. Stóra kappingin savnar um 20.000 ungar fótbóltsleikarar hvørt summar, eisini leikarar úr Føroyum

Roma váttar at José Mourinho verður nýggi høvuðsvenjarin hjá felagnum. Portugisarin hevur gjørt ein 3-ára sáttmála

Manchester United avvísur gitingar um, at starvsfólk lat hurð upp fyri teimum mongu stuðlunum sum stormaðu Old Trafford í gjár

Stórdysturin millum Manchester United og Liverpool verður ikki leiktur í dag

Leicester fekk bara 1-1 úti móti Southampton hóast Leicester leikti móti tíggju monnum í yvir 80 minuttir, tí danskarin Jannik Vestergaard fekk reytt kort

Lutakastið til HM undankappingina hjá kvinnulandsliðnum varð avgreitt í dag. Føroyar komu í bólk B saman við Spania, Skotlandi, Ukraina og Ungarn

Ole Gunnar Solskjær er nú væl á veg til sína fyrstu finalu sum Manchester United-venjari eftir málfest á Old Trafford í kvøld

Leipzig váttar at 33 ára gamli venjarin Nagelsmann skal avloysa Hansi Flick og byrjar at venja frá 1. juli

Russarin Jan Nepomnjasjtsjij fekk remis samtíðis sum Anish Giri tapti, og sostatt skal Jan Nepomnjasjtsjij telva móti Magnus Carlsen

Thierry Henry, Dennis Bergkamp og Patrick Vieira eru saman við Spotify-stovnaranum Daniel Ek, farnir undir at royna at keypa Arsenal frá eigaranum Stan Kroenke

Pep Guardiola og Manchester City hava ognað sær tað fyrsta av trimum møguligum steypum í vár

Úrslitið í dag móti Leeds ger at Manchester United longdi røðina við dystum á útivølli uttan at tapa til 24 (15 sigrar, níggju javnleikir)

Seinasta mánadag varð kappingin HM kandidatkapping tikin uppaftur eftir steðg í eitt ár. Nú eru 12 av 14 umførum telvað

Timo Werner skuldi tryggja Chelsea mál, men higartil er synd at siga, at hann hevur gjørt tað. Málið í kvøld kann gerast gull vert

Callum Wilson helt seg hava javnað í yvirtíðini, men málið var annullerað fyri hands. Einar fimm minuttir seinni javnaði so Joe Willock

Í einum heldur sjansufátækum dysti gjørdist málverjin hjá Arsenal, Bernd Leno, «matchvinnari» – hjá útiliðnum Everton

Fyrrverandi Manchester United-leikarin og núverandi venjarin hjá landsliðnum í Wales, Ryan Giggs, er av løgregluni skuldsettur fyri ógvusligt álop, skrivar Reuters

Tann 39 ára gamli svenski framherjin tekur eina sesong afturat í italska felagnum Milan

Reytt kort til bæði liðini, men at enda vann Manchester City móti Aston Villa, sum nú skal hava átta stig í teimum fimm síðstu dystinum til tess at vinna meistaraheitið

Spanski býurin Bilbao verður kortini ikki vertsbýur í summar, tá ið EM-fótbólturin byrjar, hevur UEFA avgjørt

Ryan Mason er nýggi venjarin hjá Tottenham og er hann yngsti venjari nakrantíð í Premier League og eisini hjá Tottenham. Í kvøld vann hann sín fyrsta sigur sum venjari

Italsku feløgini AC Milan og Juventus hava sent tíðindaskriv út sum helst merkir at tey stinga í sekkin í sambandi við Super League

Everton-eigarin Farhad Moshiri heitti á Premier League um at revsa tey seks feløgini í Premier League sum høvdu ætlanir um Super League

Øll tey seks Premier League-feløgini sum vóru partur av Super League fara at taka seg úr kappingini