At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Diego Llorente stútaði javnandi málið í endanum á dystinum og gav Leeds eitt stig móti Liverpool í Premier League í kvøld. Dysturin endaði 1-1

Sambært DBU-formanninum fer UEFA at tveita tey tólv feløgini handan Super League úr evropeiskum fótbóltskappingum. Helst longu fríggjadagin

12 fórbóltsfeløg hava boðað frá, at tey vilja hava eina nýggja Super League. Soleiðis sær ætlanin út

Mason Greenwood skoraði tvey mál og Édinson Cavani tað triðja í 3-1 sigrinum hjá Manchester United móti Burnley

Harry Kane og Gylfi Sigurdsson skoraðu tvey mál hvør so tað gjørdist javnleikur millum Tottenham og Everton í kvøld. Seinna málið hjá íslendinginum var ein sonn perla

Vápnaðir innbrotstjóvar tóku seg inn í heimið hjá Roma-leikaranum Chris Smalling, skrivar La Gazzetta dello Sport

Manchester United er víðari til sína fimtu semifinalu undir leiðslu av Ole Gunnar Solskjær

Liverpool hevði góðar møguleikar á Anfield, men megnaði ikki at fáa bóltin í netið. Við úrslitinum 0–0 fer Real Madrid víðari til semifinalu móti Chelsea

Norðmaðurin Erling Braut Haaland, sum so nógv hevur verið tosað um í síðstuni, leikti sín sjeynda dyst uttan at skora tá Borussia Dortmund tapti 1-2 (2-4) móti Manchester City í kvartfinaluni í Champions League

Okkurt var tveitt móti bussinum við Real Madrid-leikarum og ein rútur brotnaði. Sí video

Chelsea er klárt til semifinalu í Champions League eftir at tað endaði 0-1 í returdystinum móti Porto. Samlaða úrslitið gjørdist 2-1 til Chelsea

Bayern München vann dystin í kvøld móti PSG 1-0, men PSG hevði fleiri útimál og er tí víðari eftir samlaða úrslitið 3-3

Høgra hond hjá Scott McTominay og VAR-avgerðin gerast helst stóru tjakevnini eftir dystin millum Tottenham og Manchester United. Men United vann dystin 3-1 kortini

Jesse Lingard skoraði tvey mál í dystinum móti Leicester, sum West Ham vann 3-2

Sverri Sandberg Nielsen vann silvur í EM-finaluni

Leeds skakaði Manchester City og tryggjaði sær trý stig úti móti risanum - og við 10 monnum

Hesin keipuleikurin av Erling Braut Haaland flýgur runt á TikTok

Manchester United-venjarin gjørdist ikki imponeraður av nakna manninum sum kom inn á vøllin undir dystinum móti Granada í Europa League, sum Manchester United vann 2-0

Fýra mál móti Barcelona og so í kvøld tvey mál móti Bayern München

Úrslitið í dystinum í Madrid millum Real Madrid og Liverpool gjørdist 3-1 til Real Madrid

Real Madrid váttar á síni heimasíðu at Raphael Varane hevði positivan koronatest í morgun

Jesse Lingard var við í øllum trimum málunum hjá West Ham móti Wolves

Everton hevði eitt hav av møguleikum móti Crystal Palace, men sá út at fara at vinna kortini. Líka til Michy Batshuayi kom inn á vøllin og javnaði til 1-1

Eftir at Leicester, Chelsea og Tottenham øll høvdu mist stig, hevði Manchester United góðan møguleika at fáa fastari tak á Champions League-billettini, og tað eydnaðist við sigrinum á Brighton

Fimm minuttir fyri fulla tíð dundraði Joe Willock javnandi málið inn via tvørstongina

Eftir eitt tungt tíðarskeið er Liverpool aftur við í stríðnum um Champions League-pláss

Benjamin Mendy og Gabriel Jesus skoraðu, tá ið heimaliðið Leicester tapti móti oddaliðnum í Premier League

London-felagið hevði ikki fingið nakað mál ímóti sær á heimavølli undir Thomas Tuchel, men so kom botnliðið West Brom á vitjan

Undrunarverda málið hjá Thomas Delaney undir venjing hevur fingið allar heimsins miðlar til tastaturið

Sergio Agüero takkar fyri seg eftir tíggju ár í Manchester City

Danmark varðveitir fremsta pláss í bólki F eftir ein 8-0 sigur á Moldova í dag

Fyrrverandi franska fótbóltsstjørnan Thierry Henry sigur at hann gevst á sosialu miðlunum inntil feløgini sum eiga sosialu miðlarnar gera nakað við net-trøllini

Ole Gunnar Solskjær er í ferð við at undirskriva nýggjan sáttmála við Manchester United. Tað skriva fleiri miðlar, millum annað ESPN

Frakland fekk eina skuffandi byrjan við úrslitinum 1-1 heima ímóti Ukraina. Antoine Griezmann skoraði fyri heimaliðið við einum flottum máli

Favoritturin Holland byrjaði við trupulleikum í kvalifiseringini til Katar-HM. Turkaland vann 4–2 í byrjanardystinum í Istanbul

Tottenham hálar seg spakuliga upp á stigatalvuni og er nú trý stig undir Chelsea og tvey stig yvir Liverpool eftir 2-0 sigurin í kvøld á Aston Villa

Manchester United hevði ikki tapt á útivølli í heimligu kappingunum í 29 dystum, men í kvartfinaluni í FA-cup endaði superrøðin

West Ham skakaði Arsenal við at skora trý mál fyrstu 33 minuttirnar. Men so byrjaði Martin Ødegaard

Tann nýggja sponsoravtalan hjá Manchester United kemur væl við hjá felagnum, sum er hart rakt av alheimsfarsóttini

Rangers-leikarin Kemar Roofe var útvístur eftir at hava sparkað Slavia Praha-málverjan Ondrej Kolar í andlitið í Europa League-dystinum í kvøld. Slavia Praha tryggjaði sær kvartfinalupláss

Innskifti Paul Pogba gjørdist matchvinnari tá ið Manchester United vann Europa League-dystin móti Milan 1-0

Mislav Orsic sjokkeraði Tottenham og Jose Mourinho við hat trick sum gippaði London-ligið út úr Europa League

Beint áðrenn flogfarið fór avstað við hópinum til italienska mótamekkaið, komu boðini um, at Edinson Cavani var ikki klárur til dystin móti Milan

Luis Suárez hevur ikki skorað í 25 Champions League-dystum á útivølli ella nevtralum vølli og tað miseydnaðist eisini hjá honum á Stamford Bridge

Zlatan Ibrahimović (39) er við í landsliðshópinum hjá Svøríki fyri fyrstu ferð í fimm ár. - The return of the God, skrivar Zlatan á Instagram

Wolves-málverjin Rui Patricio stoytti inn í knæið hjá viðleikaranum Conor Coady og steðgaði hetta dystinum í einar 15 minuttir

Manchester United tók eitt risafet móti Champions League-luttøku næstu sesong eftir 1-0 sigurin á West Ham í kvøld. Men Greenwood var óheppin við tveimum skotum á steingina

Í London-derbyinum millum Arsenal og Tottenham skoraði Lamela, sum kom inn fyri ein skaddan Son, við eini rabona-perlu

Chelsea fekk bert eitt stig í dystinum í dag móti Leeds. Dysturin endaði 0-0

The Times skrivar at Chris Wilder hevur fingið fótin sum venjari í Sheffield United