Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

VAR kom aftur í fokus tá ið Tottenham misti tvey stig seint í yvirtíðini. José Mourinho sporleyp av vøllinum áðrenn dysturin var liðugur

Jóan Símun Edmundsson skoraði fyri Arminia Bielefeld ímóti FC Køln í dag í 70. minutti og var málið samtíðis sigursmálið. Sí málið her

Aðalfundur hevur í dag verið í Altjóða Oyggjaleikanevndini (IIGA). Á aðalfundinum bleiv kunngjørt, at Oyggjaleikirnir 2021, sum skuldu verða á Guernsey, verða útsettir

Brighton hevði eini fimm skot á plankaverkið, men tapti kortini dystin móti Manchester United, sum stjól sigurin frá Brighton við einum brotssparki eftir dystin

Danski vinnulívsmaðurin Thomas Sandgaard váttar at hava keypt enska felagið Charlton Athletic, og er hann sostatt nýggi eigarin av felagnum

Ibrahimovic er testaður positivur fyri koronavirus. Tað váttar AC Milan á síni heimasíðu

33 ára gamla Maya Gabeira úr Brasil hevur skrivað seg í søgubøkurnar eftir at hava skreitt á brimfjøl á sera høgari aldu í Portugal

Eftir seks sesongir í Barcelona skal Luis Suaréz nú leika við Atlético Madrid

Manchester United helt leingi eina 1-0-leiðslu eftir brotsspark hjá Juan Mata beint fyri hálvleik, men tvey sein mál hjá Marcus Rashford og Mason Greenwood góvu ein tryggan 3-0-sigur í Carabao Cup móti Luton

Gongur alt sum ætlað fer føroyski heimsmeistarin í nevaleiki til USA í desember

Premier League-sesongin byrjaði sum nokk tey flestu fótbóltskønu høvdu roknað við - tap til Manchester United

Sjey ár eftir at hann fór úr London-felagnum, skal Gareth Bale aftur í Tottenham troyggjuna

Lewandowski við frekkari málgevandi avlevering í 8-0 sigrinum hjá Bayern

Avísin The Athletic sigur seg vita at feløgini bæði, Liverpool og Bayern München, eru samd um miðvallaleikaran Thiago Alcântara

Paul Pogba tjenar nógvar pengar, men ikki mest av leikarunum í Premier League

Frank Lampard hevur brúkt yvir milliard krónur uppá Timo Werner og Kai Havertz, men tað vóru ikki teir sum skoraðu fyri Chelsea móti Brighton

Móti endanum á dystinum millum PSG og Marseille, 0–1, vóru bæði bardagi og ákærur um rasismu á Parc des Princes

Dominic Calvert-Lewin reis til himmals tá ið frísparkið var tikið eftir 55 minuttir, og hann dundraði bóltin í netið aftanfyri Hugo Lloris til einasta mál í dystinum

Leeds er aftur í Premier League fyri fyrstu ferð í 16 ár og tað gjørdist ein minnilig málfest á Anfield í Liverpool

Phil Foden, Manchester City og Mason Greenwood, Manchester United, vórðu sendir til hús eftir at hava brotið ásetingarnar um smittuverju tá teir høvdu vitjan av íslendskum damum á hotelrúminum

James Rodriguez verður Everton-leikari! Hann kemur frá Real Madrid

Aymeric Laporte og Riyad Mahrez eru testaðir positivir fyri korona, men hvørgin av teimum hevur sjúkueyðkenni

Stutt eftir at fótbólturin byrjaði aftur í Fraklandi er stórfelagið Paris Saint-Germain hart rakt av koronavirusinum

Í framtíðini fáa brasilskir kvinnuligir leikarar tað sama í løn, tá ið tær fara í gulu troyggjuna, sum menninir fáa

Manchester United-venjarin Ole Gunnar Solskjær hevur tryggjað sær miðvallaprofilin Donny van de Beek frá Ajax

Tríggir leikarar í Paris Saint-Germain eru testaðir positivir fyri korona

Fleiri miðlar skriva at Manchester United kann tryggja sær niðurlendingin innan teir næstu 48 tímarnar

Community Shield sá út til at vera avgjørt. So svaraði Liverpool aftur og tað endaði við einum brotssparks drama

Hiromu Inada, 87 ár, hevur longu pappír upp á, at hann er heimsins elsti Ironman, men tað hevur ikki fingið hann at halda uppat við venjingini á síni venjingarsúkklu

Manchester United-stjørnan verður ikki við á franska landsliðshópinum eftir at hann er smittaður

Manchester United-liðskiparin Harry Maguire er funnin sekur í fleiri lógarbrotum í Grikkalandi. Nú verður dómurin kærdur

Barcelona váttar fyri tíðindastovuni AP at felagið hevur fingið skriv frá Lionel Messi har hann biður um at sleppa úr felagnum

Victor Lindelöf steðgaði einum taskutjóvi, meðan hann helt summarfrí. Og hann helt tjóvinum, til løgreglan kom

Brighton fær møguleikan sum fyrsta lið í Premier League at hava áskoðarar til ein dyst. 2500 áskoðarar sleppa til dystin

Bayern München vann Champions Legue-finaluna móti PSG

Sesongin hjá Lukaku hevur verið eitt ævintýr til um eitt korter var eftir av Europa League-finaluni

FC Prishtina úr Kosovo skuldi leika móti Lincoln Red Imps úr Gibraltar, men dysturin var avlýstur

44 ára gamli Daniele Orsato skal stýra slagnum í Champions League-finaluni sunnudagin millum Bayern og PSG

Manchester United skal ikki leika í fyrsta umfarinum tá ið Premier League-sesongin byrjar aftur. Tað skal Manchester City heldur ikki

Tað verður Bayern München sum skal leika finalu í Champions League móti PSG

Níggju ár og um tíggju milliardir krónur í leikrarakeypi eftir Qatar-uppkeypið er Paris Saint-Germain klárt til fyrstu Champions League-finaluna nakrantíð hjá felagnum

Forsetin í Barcelona skrivar á Twitter at tað er so gott sum avgjørt at Ronald Koeman skal venja Barcelona komandi sesong

Við tapinum í gjárkvøldið móti Sevilla er Manchester United fyrsta enska toppliðið nakrantíð at tapa eina semifinalu í trimum ymiskum kappingum í eini og somu sesong

Gasellu-hoppið hjá Fernandes, tá ið hann skjeyt brotsspark, bjargaði aftur hesaferð Manchester United eina skoring, men tað var ikki nokk til eitt finalupláss

Kevin De Bruyne er kosin ársins leikari í Premier League sesongina 2019/2020

Sevilla gippaði Manchester United úr Champions League í 2018. Í dag brestur Sevilla finaludreymin hjá Ole Gunnar Solskjær

Lyon hevur aftur vunnið á stórfavoritti í Champions League-kappingini og vann í kvøld 3-1 á Manchester City og skal víðari til semifinalu móti Bayern München

(Barcelona – Bayern Munchen 2–8) Bayern München serveraði fótbóltsundirhald í serflokki móti Barcelona, og av teimum 10 málunum tilsamans átti Bayern München tey 9

Hevur tó sitið í sóttarhaldi í góða viku

Pierre-Emile Højbjerg verður triði danskarin sum leikar við Tottenham