Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Undir lutakastinum til endaspælið í EM komandi summar kom brádliga óljóð sum gjørdi at lutakastið varð avbrotið

Í hesi løtu er lutakast til endaspælið í EM komandi summar sum verður í Týsklandi. Føroyar vóru 1 stig frá at vera við í hesum lutakastinum

Í dag er dystur millum Breiðablik og Maccabi Tel Aviv í Kópavági og í tí sambandi er stórt tal av politistum á staðnum

Manchester United fekk eina dreymabyrjan í Istanbul, men eftir tveir klossutar málmansfeilir hjá André Onana sær ikki best út at koma víðari hjá Manchester United

Erling Braut Haaland heldur fram at seta met. Í kvøld gjørdist hann skjótasti spælari at fáa 40 mál í Champions League

Alejandro Garnacho skoraði ársins mál í dystinum móti Everton, sum byrjaði klokkan 16.30 okkara tíð

Dysturin millum Brasil og Argentina í HM-undankappingini er ikki byrjaður enn av bardaga millum áskoðararnar

Inter vann heimadystin móti Frosinone, og Federico Dimarco skoraði eitt dreymamál yvir 50 metrar frá málinum

Saudi-Arabia er einasti umsøkjari til HM-endaspælið í fótbólti fyri menn í 2034, váttar Fifa í tíðindaskrivi eftir at freistin var úti

Um Manchester United gevur Erik ten Hag fótin, kostar tað felagnum yvir 15 milliónir pund, sum svarar til yvir 125 milliónir krónur

Hetta er áttandu ferð at Messi vinnur Gullbóltin

Størsti heiðurin ein fótbóltsleikari fær, Ballon D'or, verður handaður í París klokkan 18 í kvøld. Verður tað Haaland sum fær Gullbóltin í ár?

The Telegraph skrivar fyrrapartin í dag at Everton kann missa tólv stig við at hava brotið Financial Fair Play (FFP)

Alejandro Garnacho vísti ikki sportsligan atburð beint áðrenn brotssparkið skuldi skjótast í CL-dystinum í gjárkvøldið millum Manchester United og FC København

Manchester United var buað út til hálvleik av egnum stuðlum móti FC København. Men so bjargaðu teir útskeldaðu liðnum til sigur

Fótbólts-legendan Sir Bobby Charlton er deyður, 86 ára gamal, skrivar Sky News

Barcelona fer at hava eina serliga rock and roll troyggju til El Clasico tann 28. oktobur

Jadon Sancho verður ikki við á felagsmyndini hjá Manchester United í ár. Tað skrivar Manchester Evening News

Føroyska U21-landsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til EM-undankappingardystin móti Andorra, sum verður Estadio Nacional í Andorra La Vella í kvøld klokkan 19:00

Sambært belgiskum miðlum eru tveir sviar skotnir í Brússel, og verða drápini váttað av løgregluni

Aston Villa-profilurin Alisha Lehmann sigur í podvarpi, at ónavngivin fótbóltsstjørna bjóðaði 750.000 krónur fyri eina nátt saman við sær

Tríggjar dagar eftir at hann var liðugur sum venjari í MLS-felagnum DC United, flytur Wayne Rooney aftur til Onglands

– Tú mást lurta eftir tær sjálvum og siga stopp røttu løtuna

Brentford var á odda eftir 93 minuttir, men aftaná tað gekk galið, tí stórskorandi skotin Scott McTominay var komin á vøllin

PSG hevði ikki nógv at bjóða í dystinum móti Newcastle, sum spældi sín fyrsta heimadyst í Champions League síðani sesongina 2002/03

Jürgen Klopp heldur, at Liverpool eigur at fáa umdyst móti Tottenham, eftir at dómaratoymið hevur viðgingið feil

Rasmus Højlund verður róstur upp um skýggini, eftir at hann skoraði tvey mál í dystinum millum Manchester United og Galatasaray í gjárkvøldið á Old Trafford

André Onana hevði aftur ein ringan dag í United-búrinum

Upptøkan er at hoyra á heimasíðuni hjá Premier League

Men sambært The Athletic hevur Liverpool ongar ætlanir um at krevja umdyst

Enski ríkmaðurin sir Jim Ratcliffe sigst bara vera sinnaður at keypa ein minni part av aksjunum í Manchester United. Tað skriva fleiri enskir miðlar í kvøld

Beint áðrenn Tottenham skoraði fyrsta (teljandi) málið í dystinum, sendi Luis Díaz bóltin í mál, men málið var ikki góðkent, tí hann var rangstaddur

Sviin Alexander Isak avgjørdi dystin í 53. minutti eftir málgevandi avlevering frá Joelinton

Jadon Sancho er enn úti í kuldanum í Manchester United og rennur runt einsamallur til venjingarnar

Ukrainsk fótbóltslið fara framyvir ikki at luttaka í kappingum, sum loyva russikari luttøku

Bloomberg og The Guardian skriva at Jim Ratcliffe fer at endurskipa boðið uppá Manchester United í eini vón at fáa ferð á prosessina

Sambært enskum miðlum og myndum á sosiala miðlinum X, krasjaði Rolls-Roycurin hjá Rasford í eini ferðsluoyggj, tá ið United-stjørnan var á veg heim til hús frá venjingaranlegginum

Manchester United fekk trý kærkomin stig í dystinum móti Burnley. Bruno Fernandes avgjørdi dystin við perluskoring

Julian Nagelsmann yvirtekur eftir Hansi Flick sum venjari hjá týska harralandsliðnum í fótbólti, váttar týska fótbóltssambandið

Hetta er ringasta sesong-byrjan hjá Manchester United í níggju ár, skrivar VG

Íleggingargrunnurin «777 Partners» í Miami hevur keypt Premier League-felagið Everton

Fernando Santos gevst sum landsvenjari hjá pólska landsliðnum, sum ikki hevur staðið seg væl í EM-kvalifikasjónini

Virgil van Dijk er revsaður við einum dysti, og hevur fingið eina bót á 100.000 pund, skrivar Paul Joyce í The Times

EM-undankappingardysturin millum Pólland og Føroyar er at síggja á føroyska spælistaðnum og barrini Skarv í Keypmannahavn í kvøld kl. 20:45 danska tíð á trimum skermum

Partabrævið hjá felagnum stendur til at falla um 9 prosent, tá ið marknaðurin í New York letur upp seinni í dag

Manchester United hevur lánt Getafe álopsleikaran sesongina út

Tað skrivar felagið á síni heimasíðu í kvøld

Rasmus Højlund verður við í fyrsta dystinum sum Manchester United-leikari, tá Manchester United sunnudagin skal spæla móti Arsenal í Premier League

Dystirnir í bólkaspælinum verða hesar dagarnar: 21/9, 5/10, 26/10, 9/11, 30/11 og 14/12. Finalan verður spæld í Dublin 22. mai

Manchester United váttar at felagið hevur gjørt sáttmála við turkiska málverjan Altay Bayindir frá Fenerbahce