Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Manchester United skrivar á síni heimasíðu, at Raphaël Varane verður ikki tøkur í «nakrar vikur»

Karim Benzema skoraði eitt dreymamál áðrenn Kylian Mbappé gjørdist matchvinnari við umstríddum máli í Nations- League-finaluni í Milano móti Spania

16 fólk doyðu og 6 fingu skaða tá ið eitt flogfar datt niður í Tatarstan í Russlandi

Í dag eru seks ár síðani Klopp gjørdist venjari hjá Liverpool

Estadi Nacional, har Ongland skal leika móti Andorra í morgin, brennur

Belgia fór til hálvleik við eini 2-máls leiðslu, men í seinna hálvleiki vístu fronsku stjørnurnar festfótbólt sum tryggjaði teimum finalupláss í Nations League móti Spania

Eitt samtak undir leiðslu av íleggingargrunninum Public Investment Fund er tilreiðar at leggja 300 milliónir pund á borðið fyri Newcastle United

Tað gjørdist eitt satt drama í dystinum millum Liverpool og Manchester City. Bæði toppliðini leiktu fótbólt í heimsklassa og skaptu besta dyst higartil hesa sesongina í Premier League

Zlatan brúkar ikki sólbrillur fyri at verja eyguni móti sólini. Zlatan brúkar sólbrillur fyri at verja sólina móti sínum eygum

Cristiano Ronaldo leikti sín dyst nummar 200 í Premier League, men tað var Andros Townsend sum hevði mest at feira tá Everton fekk javnleik móti Manchester United á Old Trafford

Ronaldo dukaði bóltin í málið, reiv troyggjuna av sær og rópti av gleði eftir at hava avgjørt dystin fyri Manchester United – sum hevði stórar trupulleikar móti Villarreal

Gianluigi Donnarumma bjargaði øllum, meðan Lionel Messi stovnaði málkontuna í PSG á undurfullan hátt og tryggjaði sigurin í Champions League móti Manchester City

Hvørki Luke Shaw ella Harry Maguire vóru til seinastu venjingina hjá Manchester United undan CL-dystinum móti Villareal

Í kvøld tryggjaði Brentford sær eitt stig heima móti Liverpool – í einum dysti har liðini ikki góvust at herja fyrr enn tey bæði høvdu skorað trý mál

Í yvirtíðini kundi Bruno Fernandes bjarga Manchester United eitt stig, men brotssparkið fór fleiri metrar uppum

Í bæði dystinum hjá Chelsea og Tottenham var neyðugt við brotsspørkum fyri at koma víðari til fjórða umfar í Carabao

Lingard var stóri syndarin tá ið United tapti 1–2 móti Young Boys í Champions League fyrr í vikuni, men í dystinum í dag móti West Ham fekk Lingard uppreisn og gjørdist matchvinnari

Lingard legði bóltin fyri føturnar á Jordan Siebatcheu úr Young Boys sum síðani setti bóltin trygt í United-málið til endaligu støðuna 2-1

- Limatalið er nú 60 leikarar, fordeilt yvir trý lið. Menninir hava tvey 11 mans lið, hvar tað eina spælur um uppflyting til seriu 4, og hitt hevur longu nú tryggjað sær uppflyting til seriu 5

Bretska Emma Raducanu, 18 ára gomul, var mett sum nummar 338 í heiminum fyri ellivu vikum síðani. Í kvøld vann hon US Open

Hetta er fyrstu ferð í tíðina hjá Kane í Premier League, at hann hevur verið so ófarligur frammanfyri málinum hjá mótstøðuliðnum, skrivar statistikmiðilin OptaJoe á Twitter

Odsonne Édouard debuteraði við tveimum málum, tá ið Crystal Palace bukaði Tottenham av 3-0

Cristiano Ronaldo vísti seg beinanvegin fram í returinum til Manchester United við tveimum skoringum móti Newcastle

Á tíðindafundi undan dystinum millum Manchester United og Newcastle, váttar Ole Gunnar Solskjær, at Ronaldo fær leiktíð í dystinum leygardagin

Fyrrverandi týski landsliðsleikarin Jérôme Boateng var í dag funnin sekur í at hava framt harðskap móti síni fyrrverandi unnustu av dómstóli í München

Timo Werner skoraði eitt mál móti Íslandi, men átti helst í hvussu er at fingið tvey ...

Szymanski bjargaði Póllandi móti Onglandi: skoraði í yvirtíðini

Átta brasilskir leikarar í Premier League vera ikki tøkir til dystirnar í vikuskiftinum, skriva bretskir miðlar

Landsliðið hjá Argentina er farið av vøllinum eftir at brasilska løgreglan kom á vøllin og steðgaði dystinum

Manchester United váttar í kvøld at Ronaldo fær nummar 7 aftur, sum hann eisini hevði árini frá 2003 til 2009

Í dystinum millum Portugal og Írland skrivaði Ronaldo aftur fótbóltssøgu. Við sínum 110. landsliðsmáli gjørdist hann mestskorandi landsliðsleikari nakrantíð hjá monnum

Sambært The Telegraph er keypsprísurin 30 milliónir pund - sum er metkeyp hjá Leeds

Fyrrapartin í dag váttaði Manchester United alment at nú er Ronaldo vorðin leikari aftur hjá felagnum við orðunum: Viva Ronaldo

Við 18 sigrum og 10 javnleikum er talan um 28 dystir á rað uttan tap á útivølli

Beint fyri hálvleik í stórdystinum millum Liverpool og Chelsea gjørdist fullkomið kaos við Chelsea-málið

Manchester United og Juventus hava funnið semju - Cristiano Ronaldo er United-leikari aftur

Manchester United hevur nú leiðsluna í dystinum um undirskriftina hjá Cristiano Ronaldo, sambært fleiri miðlum. Manchester City hevur tikið seg úr kappingini

Cristiano Ronaldo er liðugur í Juventus. Superstørnan er nú á veg til Premier League og Manchester City, skriva fleiri fótbóltsreportarar

Manchester City-leikarin Benjamin Mendy er skuldsettur fyri fleiri neyðtøkur. Tað upplýsur løgreglan

Hóast gitingar í langa tíð at Harry Kane var á veg úr Tottenham, so váttar hann nú at hann verður verandi í Tottenham

201 milliónir dollarar stóðu á bankakontum hjá umleið 40 fyrrverandi FIFA-toppfólkum, sum vóru skuldsett fyri mutur

Tað gjørdist fullkomin ruðuleiki í ligadystinum millum Nice og Marseille

Romelu Lukaku skoraði sítt fyrsta mál fyri Chelsea í London-derbyinum móti Arsenal

Liverpool vísti stórspæl í 2-0 sigrinum á Burnley, við áskoðarum aftur á Anfield fyri fyrstu ferð í eitt og eitt hálvt ár

Ein fótbóltsleikari á ungdómslandsliðnum hjá Afganistan doyði, tá ið hann datt av einum amerikanskum flogfari á flogvøllinum í Kabul mánadagin

Manchester United-profilurin Aaron Wan-Bissaka er skuldsettur fyri at hava koyrt sín Lamborghini Uris uttan koyrikort og trygging

Spanska stórfelagið FC Barcelona hevur eina skuld á 1,35 milliardir evrur ella um 10 milliardir krónur

Eitt Tottenham uttan Harry Kane byrjaði sesongina við at kontra meistararnar Manchester City um koll

Gerd Müller, týsk fótbóltslegenda, var 75 ára gamal nú hann doyði

Liverpool hevði ongar trupulleikar at vinna Norwich, og byrjaði sesongina við einum 3-0 sigri