Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Nógv umrøddi norski filmurin ”Utøya 22. juli” verður sýndur í Filmsfelagnum í kvøld kl 20. Sýningin er almenn, men sum siður er í Filmsfelagnum, er ein stutt innleiðing innan filmurin verðurt sýndur.

Í kvøld er tað Elsa Súsanna Dalsgaard, ið hevur verið operasangari í Oslo í mong ár, sum fer at innleiða “Utøya”. Hetta er ein 'one take' filmur, sum út í eitt í 72 minuttir vísur hendingarnar á norsku oynni í 2011. Tilsamans varar filmurin 93 minuttir. Leikstjórin, sum eisini gjørdi ”Kongens nei”, nevnir ikki Breivik, men letur okkum fylgja fiktivu gentuni Kaja, sum er 18 ára gomul.

Ummælarar siga í dag, at ”Utøya” er týdningarmesti filmur í ár, og at allir miðnámsskúlanæmingar burdu sæð hann og sloppið at arbeitt við innihaldinum. Tað er tí at Filmsfelagið vísur ”Utøya” í kvøld.

Vit hava einki filmseftirlit longur, men í Danmark er ”Utøya” loyvdur at sýna fólki, sum eru 15 ár og eldri.

”Utøya” varð frumsýndur á filmstevnuni í Berlin í ár, har filmurin var í høvuðskappingini. 1500 journalistar og filmsummælarar úr øllum heiminum vóru møttir til sýningina. Eftir sýningina gav Screen International “Utøya” besta skoðsmál: "It’s unlikely there will be a more harrowing or heart-breaking film at the Berlinale, or any film festival this year, than Norwegian director Erik Poppe’s real-time, single-take recreation of the slaughter of 77 people, including many teenagers, on the Norwegian island of Utøya on July 22, 2011." Eisini norskir miðlar, teirra millum NRK og Aftenbladet, hava givið skakandi filminum besta ummæli.

Útselt er til frumsýningina í Filmsfelagnum í kvøld, men Havnar Bio fer at sýna filmin á sama stað teir komandi dagarnar. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo