At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Útoyggjafelagið: Farna leygardag, 23. apríl, møttust útoyggjafólk og -vinir til arbeiðsdag og veitslu á Hotel Brandan. Í fjør vóru 20 ár liðin síðani felagið varð sett á stovn, men vegna koronastøðuna varð føðingardagurin fluttur til farna vikuskiftið.

Arbeiðsdagurin byrjaði við hugleiðing um søgu og virksemi felagsins síðani Útoyggjaálitið varð handað løgmanni í mars 2001. Føroyska samfelagið er broytt nógv hesi tvey áratíggjuni, og tænasturnar eru vorðnar færri og verri. Grundað á hetta, metir Útoyggjafelagið at tað er átrokandi, at ein arbeiðsbólkur við fakfólki verður settur at menna eitt nýtt og dagført útoyggjaálit, ið kann lýsa dagsins støðu á útoyggj og geva politisku myndugleikunum dagførd tilmæli til neyðug átøk, m.a. at bøta um jarðar- og bústaðarviðurskifti á útoyggjunum.

Á fundinum varð somuleiðis kjakað um framtíð felagsins og hvussu felagið skal skipast. Felagið heldur áfram við leistinum at hava eitt umboðsráð við einum limi úr hvørjari útoyggj, men arbeitt verður somuleiðis við at broyta virksemi so at fleiri aktørar eru við. Á komandi aðalfundi, verður uppskot lagt fram um hetta. Í ár verður aðalfundurin hildin í juli í Skúgvi. Nærri kunning um fundin verður lýst seinni.

Eftir góða og úrtøkumikla fundin varð farið til borðs, og hýrurin var góður millum fólk. Nógv gávurík frásøgufólk vóru til staðar, so tað stóð ikki á við hugaligu og skemtiligu søgunum um lív og søgu á smáu oyggjunum.

Øll kunnu gerast limir í Útoyggjafelagnum, bæði tey, sum hava bústað á útoyggj, og tey, sum hava áhuga fyri útoyggjunum. Skrásetingin kann gerast á facebooksíðuni ella heimasíðuni hjá útoyggjafelagnum, www.utoyggj.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo