Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-215/2021 eftir § 52 a í tingskipanini um sjúkrarøktarfrøðingar í heilsuverkinum, frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvørjar treytir eru um bústað hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í heilsuverkinum gjøgnum vikarstovur?

2. Hvør er lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingi, ið kemur gjøgnum útlendska vikarstovu, og hvør er lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingi, ið arbeiðir eftir sáttmálanum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men sum ger sama arbeiði, og sum arbeiðir sama brøk?

3. Hvør rindar fyri kost og bústað hjá sjúkrarøktarfrøðingum, ið arbeiða í heilsuverkinum gjøgnum vikarstovur?

4. Kunnu sjúkrarøktarfrøðingar, ið búgva í Føroyum, arbeiða í heilsuverkinum gjøgnum útlendska vikarstovu?

5. Hvussu nógv rindar heilsuverkið árliga útlendskum vikarstovum fyri at fáa sjúkrarøktarfrøðingar?

Svar:
Til spurning 1

Sambært Sjúkrahúsverkinum er tað ein treyt, at Sjúkrahúsverkið útvegar bústað til sjúkrarøktarfrøðingar, ið arbeiða í verkinum gjøgnum vikarstovur. Til dømis verða kømur í íbúðarbygningunum á Eirargarði nýtt, tá ið Landssjúkrahúsið brúkar vikarstovur.

Til spurning 2
Sjúkrahúsverkið ger avtalu við vikarstovuna, og kann tí ikki upplýsa, hvørji lønarviðurskiftir gera seg galdandi millum vikarstovur og teirra vikarar. Tað er eitt mál millum vikarstovuna og vikararnar.

Sjúkrarøktarfrøðingar, sum Landssjúkrahúsið setir í starv, fáa løn smb. sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið í mun til hvørjum stigi hesi eru á.

Til spurning 3
Sjúkrahúsverkið veitir bústað (sí svarið til spurning 1) men ikki kost. Vikarar fáa somu avsláttartreytir viðv. kosti, tá keypt verður inni á sjúkrahúsinum, eins og øll onnur starvsfólk á sjúkrahúsinum.

Til spurning 4
Sambært Sjúkrahúsverkinum eru vikarstovur vanliga skipaðar soleiðis, at tað ikki lønar seg hjá sjúkrarøktarfrøðingum at arbeiða gjøgnum vikarstovu á t.d. teimum sjúkrahúsum, har teir frammanundan eru í starvi ella á sjúkrahúsi í nærumhvørvinum.

Um sjúkrarøktarfrøðingur sigur seg úr starvi fyri heldur at fáa vaktir ígjøgnum vikarstovu á sjúkrahúsi í nærumhvørvinum, seta vikarstovurnar sum treyt, at viðkomandi fyrst skal í 6 mánaðir karantenu. Harnæst má sjúkrarøktarfrøðingurin liva við einans at fáa vaktir, tá tørvur er á tí, og sum regul fyri styttri tíðarskeið. Harumframt kann Sjúkrahúsverkið ikki seta sjúkrarøktarfrøðing í fast starv uttanum vikarstovu í trý ár, aftaná viðkomandi hevur arbeitt sum vikar fyri vikarstovu í Sjúkrahúsverkinum.

Sambært Sjúkrahúsverkinum er slík skipan vanliga galdandi bæði í Føroyum og í grannalondum okkara.

Sjúkrahúsverkið søkir vanliga bert eftir sjúkrarøktarfrøðingum umvegis vikarstovu, sum hava serútbúgving innan ávís fakøkir, har als ongin vón er um at fáa vaktirnar settar á vanligan hátt.

Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar kunnu tó altíð fara uttanlands at arbeiða gjøgnum útlendskar vikarstovur.

Til spurning 5
Samlaða útreiðslan fyri sjúkrarøktarfrøðingar ígjøgnum vikarstovur var til dømis í 2020 umleið 585 tús. kr. og í 2021 umleið 504 tús. kr. Upphæddirnar fyri bæði árini vóru einans nýttar til sjúkrarøktarfrøðingar við serútbúgving innan neonatala tilbúgving.

Heilsumálaráðið, 28. juni 2022
Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo