Eitt gott høvd og eitt gott hjarta er ein framúr blanding
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Svarthvítt er tað nýggja svarta. Eftir meistarliga filmin ”The Lighthouse” vísur Filmsfelagið nú ein spildurnýggjan bretskan maritiman film, sum við sniðfundigari visuellari styrki sigur eina søgu, sum ikki fer akkurát tann vegin, tí hevði væntað - hóast søgan tykist gomul og kend:

Hin harðrendi, men tó hjartagóði útróðrarmaðurin, Martin, er misnøgdi eygleiðarin, nú ferðafólk úr stórbýnum floyma yvir heimstaðin, sum fyrr var ein friðarlig fiskivinnubygd í Cornwall.

Heimið, har Martin hann vaks upp við besta sýni yvir havið og heilt út í havsbrúnna, er selt til ríkmenn í London, og beiggin forvinnur til dagin og vegin við at sigla ferðafólk í gamla fiskibátinum hjá familjuni.

Andstøðan millum bygd og bý er eitt tíðarleyst og altíð aktuelt fyribrigdi, hóast frásøgusniðið í ”Bait” er tilætlað retro og gamaldags. Her verða gjørdar nýggjar royndir at gera film, sum neyvan eru sæddar í nútímas biografi áður. Ljóðið er eftirsynkroniserað, og filmurin er kliptur á ein ekspressivan hátt sum hjá gamla Eisenstein.

Í heimlandin hevur ”Bait” vunnið bæði BAFTA-virðisløn og hevur verið hálovaður sum hin rættasti Brexit-filmurin av øllum, hóast filmurin ikki er so einfaldur kortini.

Kom í Filmsfelagið mikudagin 15. juli klokkan 20 og síggj og met fyri teg sjálva ella sjálvan í summarhitanum. ”Bait” er í hvussu er ikki nakað, sum tú hevur sæð makan til áður í biografi. Svarthvítt er tað nýggja svarta.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo