Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Brúkaraumboðið: Novembur er stórur útsølumánaður við átøkum sum Singles’ Day, Black Week, Black Friday  og Cyper Monday. Lágir prísir og góð tilboð gera tað gjørligt hjá tilvitandi brúkarum at gera kvett henda mánaðin – um átøkini halda tað, tey lova.

Av tí at heiti sum Black Friday, Black Week og Cyper Monday eru kend nøvn á stórum útsølutíðarskeiðum, verða tey fatað sum útsølumarknaðarføring. Fyri slíka marknaðarføring er galdandi, at prísirnir skulu sjálvsagt verða lækkaðir, og undanprísur skal vera upplýstur. Undanprísir skulu vera sannir. Vanliga skal lægsti undanprísur framman undan søluni verða settur á, og vøran skal í royndum vera seld fyri tann prísin.

Átøkini í sambandi við Black Friday geva fólki varhuga av, at peningur er at spara.

Útsølumarknaðarføring, sum ikki hevur rættar undanprísir, ger tað ikki bara trupult hjá brúkarum at gera kvett. Tílík marknaðarføring kann vera villleiðandi og ólóglig. Í metingini av um marknaðarføringin er ólóglig, verður dentur lagdur á, at tað skal vera brúkarunum heilt greitt, um vøra er á útsølu ella ei.

Brúkaraumboðið heitir á øll vinnurekandi um at seta seg væl inn í regluverkið, so tey vita, hvat ið krevst fyri at halda seg innan fyri lógina í útsøluskeiðnum, sum liggur fyri framman.

Vegleiðingar: vegleiðing um prísmarknaðarføring og ofta spurt um prísmarknaðarføring

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo