Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sjóvar kommuna: Mánadagin 6. juli vóru útstykkingarnar við Hálsatjørn og á Fríðufløtum endaliga handaðar Sjóvar kommunu. Hetta var gjørt á lítlari samkomu í bygdahúsinum á Strondum, har Eyðun Magnussen, vegna Kreton, og Artur Johansen, fyri Sjóvar kommunu, undirskrivaðu avhendingarskalið.

Útstykkingarnar fevna um 53 grundstykkir, 11 grundstykkir á Fríðufløtum og 42 grundstykkir við Hálsatjørn.

Tað er Munin Sp/f, ið hevur projekterað útstykkingina, og Kreton Sp/f saman við Voyt Sp/f hava staðið fyri arbeiðnum at gera útstykkingarnar. HMP Consult hava havt eftirlit við arbeiðnum.

Nærum øll grundstykkini í útstykkingunum eru longu seld.

Samlaði kostnaðurin fyri báðar útstykkingarnar kemur at liggja millum 16 og 17 mill. krónur. Grundstykkjaprísurin við Hálsatjørn er kr. 250,00 fyri fermeturin og á Fríðufløtum er hann kr. 300 fyri fermeturin.

Sjóvar kommuna takkar øllum, sum hava verið knýtt at verkætlanini, fyri gott samstarv, og vit gleðast um endaliga úrslitið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo