Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Av umstøðunum, og tilmælinum um fjarstøðu, so mátti borgarstjórin sjálvur syrgja fyri myndini, tá ið sáttmálin í samband við útstykkingina á Fossum varð undirskrivaður

Jógvan Skorheim undirskrivaði í dag sáttmálan við RTS, sum eftir útbjóðingina átti lægsta tilboðið uppá útstykkingina á Fossum.

Tað eru SNA arkitektar, sum hava projekterað verkætlanina, har tað í fyrsta byggistigi er talan um 21 grundstykkir til sethús og 13 til raðhús.

Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum, og samlaða talið av grundstykkjum verður 91, harav 44 grundstykkir til sethús og 47 til raðhús.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sigur, at øll verkætlanin eftir ætlan skal taka trý ár, frá tí at sáttmáli er undirskrivaður við arbeiðstakara. Roknað verður tó við, at fyrstu grundstykkini longu verða klár at útlutað í juni í ár, so fólk hava møguleika at leggja arbeiðið við tekningum og øðrum tilrættis í góðari tíð. Hetta fer vónandi at gera tað lættari at byrja byggingina, so skjótt fyrsti partur av útstykkingini er liðug.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo