Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um málsviðgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við setan av skúlastjóra í Vestmanna skúla.

Klagarin førdi fram, at landsstýrismaðurin ikki hevði givið eina nøktandi grundgeving fyri, hví klagarin ikki varð settur í starv sum skúlastjóri, hóast setanarnevndin í sínum tilmæli hevði tilnevnt hann sum nr. 1 til starvið. Klagarin klagaði eisini um, at avgerðin hjá landsstýrismanninum var tikin, uttan at málið var lýst til fulnar.

Í frágreiðing til umboðsmannin, í sambandi við klaguna, gjørdi Uttanríkis- og mentamálaráðið m.a. greitt, at tilmælið frá setanarnevndini ikki var bindandi fyri landsstýrismannin. Ráðið greiddi frá, at setanarnevndin hevði tilnevnt tríggjar umsøkjarar til starvið í talmerktari raðfesting, og at landsstýrismaðurin hevði heimild at taka avgerð um at velja ein annan av hesum umsøkjarum til starvið enn tann, ið setanarnevndin hevði tilnevnt sum nr. 1. Harafturat førdi ráðið fram, at tá talan var um eitt setanarmál, vóru krøvini til grundgeving linari enn í øðrum avgerðarmálum.

Umboðsmaðurin tók undir við Uttanríkis- og mentamálaráðnum, at tilmælið frá setanarnevndini ikki var bindandi fyri landsstýrismannin. Hóast hetta, so hevði landsstýrismaðurin sambært umboðsmanninum ikki fingið fríar ræsur at velja og vraka millum umsøkjararnar, ið vóru til starvið. Avgerðin hjá landsstýrismanninum skuldi, umframt at hava heimild í lóggávu, millum annað lúka vanlig fyrisitingarrættarlig krøv, eitt nú skylduna at grundgeva, skylduna at føra eina sakliga fyrisiting og skylduna at lýsa eitt mál, áðrenn ein avgerð varð tikin.

Umboðsmaðurin tók ikki undir við Uttanríkis- og mentamálaráðnum, at krøvini til grundgeving í hesum føri vóru linari enn í øðrum avgerðarmálum. Umboðsmaðurin metti, at grundgevingin ikki samsvaraði við almenna setanarpolitikkin hjá landsstýrinum og lýsti ikki, hví mett varð, at førleikin hjá tí, ið settur varð í starvið, svaraði betur til ásettu krøvini í starvslýsingini, enn førleikin hjá tí, ið ikki varð settur.

Tað, at klagarin ikki bara hevði verið til setanarsamrøðu, men eisini í tilmælinum frá setanarnevndini varð mettur at verða best skikkaði umsøkjari at røkja starvið sum skúlastjóri, setti, sambært umboðsmanninum, enn strangari krøv til skylduna at grundgeva.

Soleiðis sum málið var lýst, dugdi umboðsmaðurin ikki at síggja, hvat hevði verið avgerandi fyri, at avgerðin hjá landsstýrismanninum var øðrvísi enn metingin hjá setanarnevndini. Umboðsmaðurin fekk tí ikki gjørt sær eina meting av, um atlitini, ið landsstýrismaðurin hevði tikið í hesum máli, í roynd og veru vóru saklig, og um landsstýrismaðurin átti at lýst málið betri.

Samanumtikið gav umboðsmaðurin Uttanríkis- og mentamálaráðnum eina átalu fyri ikki at geva klagaranum eina nøktandi grundgeving í sambandi við hetta setanarmál. Samstundis heitti umboðsmaðurin á Uttanríkis- og mentamálaráðið um at geva klagaranum eina nøktandi grundgeving og lata umboðsmanninum eitt avrit av henni.

Burtursæð frá hesari átalu og viðmerkingum, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið (LUM 21/23892). 

Álitið kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo