Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(tilvildarlig mynd)

(tilvildarlig mynd)

Pedagogarnir fingu ikki undirtøku frá mótpartinum fyri einum av sínum høvuðsstríðsmálum í sáttmálatrætuni, sum elvdi til verkfall.

"Menniskjaligt Haldføri" kallaðu tey tað, og talan er serliga um grein 10 í sáttmálanum, sum tosar um "Tíð til annað arbeiði".

Partarnir eru samdir um at gera eina ítøkiliga lýsing av skipanini runt í øllum kommununum, sum skal lýsa støðuna. Arbeiði verður gjørt av uttanveltaðum parti, og skal handast Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Føroya Pedagogfelag í seinasta lagi 1. mars næsta ár.

Ein fylgibólkur skal sparra og vegleiða, og tilmæli skal gerast um, hvussu arbeiðið skal skipast framyvir.

Arbeiðið skal vera liðugt 1. juni næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo