Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

ÚF førir seg fram sum eitt einsporað talurør fyri Føroya Arbeiðarafelag (FA).

Næstseinasta sunnudag hevði ÚF eitt blendandi innlegg um Sørvágs Arbeiðarafelag. Umboðini fyri FA sluppu at mikrofonini í bestu senditíð. Og tey sluppu at siga Føroya fólki at tey ikki dugdu at kallað inn til aðalfund. Og nú krevja tey ein nýggjan fund, tí tey taptu allar atkvøðugreiðslurnar á sama fundi.

Andstøðan til Føroya Arbeiðarafelag, leiðslan í Sørvágs Arbeiðarafelag, fekk munnkurv frá ÚF hettar kvøldið. Har var bara tøgn í hinum endanum.

ÚF dregur føroyskan journalistikk niður á lægstu hæddir. Og forsømir sína uppgávun sum íkast til demokratiska menning.

Sama søgan var til næstseinasta aðalfund í Sørvágs Arbeiðarafelag. Hettar var fyrraárið, tann 10. okt. 2020. Vit høvdu savna 25 undirskriftir til at krevja felagsfund fyri at lækka avgjøldini hjá felagslimunum.

ÚF hevði eitt inlegg í bestu senditíð. Stjórnarlimur í FA, Amy Jacobsen slapp til mikrofonina. Hon greiddi frá hvussu hon hevði avtalað við form. í Miðvágs Arbeiðarafelag, Georg Hansen, hvussu hann kundi fáa ræðisrættin yvir allar ognirnar hjá Sørvágs Arbeiðarafelag. Uml. kr. 4 mill. Ganska elegant kveistraði hon uppskoti um at lækka avgjøldini av borðinum. Og so kom hon við einum mótuppskoti. Sørvágs Arbeiðarafelag leggjast saman við Miðvági og Sandavági. Vit vistu væl at, so komu Sørvingar at sita í minniluta til allar tíðir.

Slitnir lendar og niðurpíndir ryggjir í Sørvági gjøgnum ártíggjir. Alt teirra bidrag skuldi yvir til Miðvágs, har form. í Føroya Arbeiðarafelag Georg Hansen, sum eisini er form. í Miðvági, skuldi sleppa at disponera konto og virðir hjá Sørvingum til ævigar tíðir. Og í Sandavági, kundi Georg fingið ílag eina super symbiosu saman við FA advokatinum Páll Nielsen ! So var alt sagt.

4 mill. krónur, sum fakfelagslimir í Sørvági í ártíggjir høvdu bygt upp. Og so ? Sørvingar múlabundnir í ævir allar.

Hesin vælgøddi fakfelagsmaðurin Georg Hansen, sum livir av at niðurpína sínar limir. Vit hava Europarekord í fakfelagsgjaldi. Arbeiðarfamiljurnar hann varðar av bløða upp til kr. 35.000,- árliga í tvangsgjaldi. Og skattafrádrátt fyri fakfelagsgjaldi hava øll lond í Europa. Uttan vit í Føroyum. Enn ein Europarekord ! Og fakfelagsleiðarin sær onki galið í hesi píning. Vit kundu sagt, enn ein Europarekord.

Í Norra er fakfelagsfrádrátturin júst nú hækkaður úr kr. 3.200,- uppí kr. 7.500,-. Men í Føroya Arbeiðarafelag ? Null. Har er tøgn sum í grøvini. Null í fakfelagsfrádrátti. NULL

KOMMA NULL !!! Og hví skulu tey gjørt nakað í FA ? Tey hava miðvíst seinastu 30 árini skaffa sær fría atgongd til at drena kontoirnar hjá limum sínum til júst tað tey vilja.

Vit protesteraðu til ÚF í okt. fyrraárið, tí vit vóru andstøðan við 25 felagsstuðlum, men sluppu ikki til orðanna. Enn meira tøgn.

Men vit fingu á aðalfundinum trumfað ígjøgnum eina atkvøðugreiðslu um at støðga avreiðingini av okkara so stolta felagið. Og har kom at standa á jøvnum. Vit fingu bjarga æruni hjá okkara felagslimum. Men tað helt á stokkinum.

Men takk til ÚF fyri tykkara einsporaðu innlegg. Tit fjálga heilt víst um hjarta hjá ómettiligum fakfelagsgribbum, hóast teir taptu hettar umfarið.

NÝGGJA LÓGIN SUM BLEIV VEKK !
Men nú, tíðindaleiðarin í Útvarp Føroya !!! Nú eru aftur boð eftir tykkum !!!

Nú kemur sjálvur arkitekturin hjá Føroya Arbeiðarafelag vestur til Sørvágs. Páll Nielsen adv. hevur verið ráðgevi hjá FA í 30 ár. Og hann kemur til Sørvágs leygardagin kl. 15.00 til ein fund hann sjálvur hevur lýst.

Arkitekturin hevur so elegant klára at múlabinda alla andstøðu í FA í 30 ár. Antin við tigandi tøgn. Ella við heglandi hælum. So beskeðin og so fittur sum eitt lamb at skoða. Hann skal leygardagin siga Sørvingum hvar skápið skal standa. Hann skal fortelja Sørvingum, at nevndin, sum bleiv lógliga vald tann 15. des. skal frá ! FRÁ !!! Hettar vegna tess at fyrra nevndin dugdi ikki at kalla til fundar. Tey høvdu gjørt eitthvørt skeivt. Og nú skal gamla nevndin til aftur.

Hann hevur sjálvur kalla til fundar í Sørvágs Arbeiðarafelag. Sikken ein frekleiki ! Lógin sigur annars, at tað er felagsformaðurin sum kallar til fundar. Men tað leggja skálkar sum Páll Nielsen onki í. Fyri teim er lógin til at bróta, BRÓTA !!!

Advokaturin sigur, at tað er komin ein klaga inn um fundin farna desembur. Men felagslógin sigur annars, at allar klagur skulu stílast til felagsformannin. Og her er ongin klaga komin.

Tey í nýggju nevndini siga nú fyri heilt vist, at tað er Páll Nielsen sjálvur sum hevur skriva hesa fundarinnkalling. Tí hvørki Amy ella Elias hava høvd til at forma eina slíka juridiska orðing. Og Georg Hansen hevur so slettis ikki tað.

Men advokat eingilin skyldar Sørvingum eina forkláring. Tí íflg. Elias Davidsen so hevur advokaturin blástempla eina nýggja lóg til Sørvágs Arbeiðarafelag. Hettar fyri uml. 7 árum síðan. Og nevndin hevur stýrt felagnum eftir hesi lógini síðan tá. Men ongin veit um lógina. Ongin uttan advokaturin sjálvur, Amy Jacobsen og Georg Hansen.

Lógin í Sørvágs Arbeiðarafelag tilsigur, at minst 50 felagslimir skulu møta til aðalfund fyri at gera lógarbroyting. Men tað hava ongantíð verið 50 felagslimir til aðalfund meðan Amy hevur sitið. Alternativt sigur lógin, at lógarbroytingin skal út til uratkvøðugreiðslu. Men tað hevur ongantíð verið uratkvøðugreiðsla meðan Amy hevur sitið. Hvussu hevur hesin advokat snidlingurin so jongla nýggju lógina ígjøgnum ?

Til aðalfundin í farna desember lógu eini 25 eintøk av nýggja lógini í einum skápi. Einir tveir felagslimir fingu enntá eitt eintak at lesa. Men tá vit vildu nærlesa hesa undarligu lóg, var alt vekk. Og skápið er nú tømt fyri pappírir. Og nú kunna vit ikki stevna FA-advokatin inn fyri advokatráðið. Tí vit hava onki at stevna eftir. Alt er vekk ! Men vit vilja hava svarð. Vit fara ikki at sláa okkum til táls við tøgn frá Páll Nielsen. Tann tíðin er farin.

VÆLKOMIN TIL SØRVÁGS !
Nú má ÚF gera klárt til tað heilt stóru reportasjuna. Heilt víst, so verða framfísin og gramfísin fólk sum Georg Hansen og Amy Jacobsen har leygardagin kl. 15.00 saman við advokatguru Páll Nielsen. Nú fáa vit at síggja hvat Sørvingar fara at siga til hettar.

Men eg haldi, at tá nú adv. Páll Nielsen og rapportarnir hjá ÚF koma vestur. So burdu teir allir verði koyrdir umborð á flogfarið, og sendir yvir til Belarus. Lukasjenko hevur akuttan tørv á einvísis tíðindafólki og hálum állum inna jura. Tá nú bara onnur helvtin í KVF skal brúkast, so send hina helvtina yvir til Belarus. ÚF hevur ørgrynnu av júst einoygdum høgt kompitentum journalistum. So hettar kundi verið ein win -win greipa av teim heilt stóru. Lukasjenko verður heilt víst ovurfegin. Og ÚF kundi framvíst high-tech innanfyri einoygni, tað sum Lukasjenko metir allarhægst. Og um tit bjóðaðu Georg Hansen við ? So kundi hann funnið nýggjar metodir hjá Lukasjenko til at niðurpína og útsuga sínar egnu felagslimir enn meira.

Góða ferð !

!!! SØRVINGAR !!!
Felagsnevndin í Sørvágs Arbeiðarafelag hevur nú valt at bjóða øllum Sørvingum til kaffi, kakao og pannikøkur leygardagin kl. 14.30 í felagshølunum.

Felagshølini eru ongantíð blivin innvígaði. Men tað skulu tey nú ! Saman við Sámal Ravnsfjall skulu vit gera ein gráan dag til ein fagnaðardag. Vit hava fingið ræðisrættin til Sørvágs Arbeiðarafelag heimaftur til Sørvágs. Og tað ætla vit at gleðast um.

Vit vilja við felagssangi og góðum felagsskapi æra grundleggjararnar av hesum góða 80 ára gamla felagnum. Og vit vilja bara hava loyvi til at verða glað.

Og felagslimirnir skulu síggja fram til at útgjaldið, tá felagslimur hevur fylt 67 ár, komandi ár verður hækkað úr kr. 100.000,- uppí kr. 150.000,-. Tí felagsnevndin stíðlar eftir, at tað skal falla meira til felagslimirnar. Tí tað er fyri felagslimirnar hettar felagið er fyri. Og tað er hettar sum stovnarnir av hesum góða felagið í 1942 vildu.

Øll hjartaliga VÆLKOMIN !

Rúni Nolsøe,
form. Sørvágs Arbeiðarafelag

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo