Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nielsjuel.fo: Røddina hjá Niels Juel Arge hoyrdu føroyingar longu frá byrjan, tá útvarpið var stovnað í 1957. Fyrstu árini slóðaði hann fyri sum fyrsti føroyski reportarin og tók síðan við leiðsluni í útvarpinum í 30 ár.

Niels Juel hevði longu frá fyrsta degi gott eyga til útvarpið, tá tað kom í stropa 6. februar 1957. Petra fortelur, at hann lurtaði eftir norðmanninum, danskaranum og BBC og øvaði seg at lesa upp heima á Tinghúsvegnum.

Hann beyð seg fram, og skjótt varð hann biðin um at lesa upp. Hann legði fyri við upplestrum úr Antologiini hjá V.U. Hammershaimb, og summarið var ikki byrjað, tá landsstýrismaðurin Edward Mitens setti hann í starv.

Tey fyrstu árini arbeiddi hann saman við fyrstu starvsfólkunum, Axeli Tórgarð og Hjørdis Thomsen, eins og Liasi í Rættará, ið skjótt varð settur í starv at taka sær av føroyskum tíðindum.

Niels Juel ferðaðist dúgliga um landið at gera samrøður og reportasjur. Hann var á hvalaveiðu við Sumba, í kolanáminum í Hvalba, segði frá, tá mykinesmenn tóku oksar av oynni, var í Føroyingahavnini við bandupptakara og lá sjúkur í songini og segði frá, tá amerikanarar skutu Alan Shephard út í rúmdina.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo