Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í dag verður almennur útvarpsbiografur í høllini í Kringvarpinum. Teir sjey útvarpsdokumentararnir, sum komu inn til kappingina hjá Kringvarpi Føroya, verða at hoyra. 

Kringvarp Føroya skrivaði ífjør út kapping um at skriva ein útvarpsdokumentar. Endamálið var at eggja fleiri at skriva og gera nýggjar stuttdokumentarar til útvarp. 

Dómsnevndin hevur nú valt ein vinnara, men allir útvarpsdokumentararnir verða at hoyra sunnudagin.  

Stutt-dokumentararnir skuldu vera soleiðis, at sum lidnar útvarpssendingar skulu teir geva lurtarum góðar søgur og upplivingar, sum eisini lýsa umstøður og kenslur í okkara samtíð.  

Harafturat skuldi útvarpsdokumentarurin hugsast sum ljóðmynd, sum stuðlar upp undir huglagið í søguni. Dokumentararnir skuldu verða 8-10 minuttir til longdar.  

Tilsamans komu sjey stuttdokumentarar inn. Evnini fevna víða og tey umboða ymisk brot frá veruleikanum í føroyska samfelagnum.  

Dokumentararnir fortelja søgur um alt frá nýbroti innan KTheimin, tónleik og tað, ið eitt “hitt” kann hava við sær. Vit hoyra tvær ymiskar søgur um kroppin, um spurningin hvat vakurleiki er, um uppruna og familjuloyndir, og um avbjóðingar hjá gomlum siði móti nýggjum tíðum.   

Útvarpsdokumentararnir verða at hoyra sunnudagin klokkan 16. Teir sjey dokumentararnir eru uml. 10 minuttir til longdar og Kringvarpshøllin verður myrkaløgd. 

Eftir at Ivan H. Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, hevur bjóðað vælkomin í forhøllini, sigur Linda Mortansdóttir, umboð fyri dómsnevndina, nøkur orð. Síðani verða fyrst fýra søgur at hoyra. Eftir eini kaffisteðg, verða hinir tríggir dokumentararnir at hoyra. 

At enda verður virðisløn verður handað vinnaranum, eins og ein onnur virðisløn verður latin.

Í dómsnevnini sótu Thorgerður Sigurðardóttir (RUV, ÍSL) Tim Hinman (Third Ear, DK) og Linda Mortansdóttir (FO). 

Tiltakið er alment og ókeypis.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo