Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Okkara ungdómur er hart raktur av koronakreppuni. Tey mistu fyrst várið og skúlan, sambandið við vinirnar – og nú missa tey eisini arbeiðið.

Longu áðrenn almennu tilráðingarnar komu í sambandi við koronakreppuna, fór Tórshavnar kommuna undir at gera ymsar tillagingar, fyri at halda arbeiðnum í kommununi í gongd.

Hetta varð fyrst og fremst gjørt við at framskunda hóp av umvælingararbeiðum, og síðan at framskunda fleiri íløgur í kommununi, soleiðis at steðgur ikki kom í og fólk kundu varðveita sína inntøku.

Og vit síggja longu nú effektina av tiltøkunum, nú tølini vísa, at inntøkuvøksturin hjá kommununi fyri apríl mánaða var 7%.

Ungdómsarbeiðini eru serliga innan tænastuvinnuna, sum er harðast rakt av kreppuni. Vit mugu tí beinanvegin inn at fyribyrgja stórum arbeiðsloysi millum ungdómin í summar.

Hetta kann kommunan til dømis gera við at víðka konseptið við tiltakinum “Ung í arbeiði”, so at skipanin eisini kemur at umfata ungdómar yvir 16 ár.

Nú ræður um at standa saman at fyribyrgja arbeiðsloysinum millum tey ungu í summar, og tí er kommunan farin undir hetta arbeiði nú, soleiðis at vit kunnu fara í gongd sum skjótast.

Annika Olsen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo