At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fólkaheilsuráðið: Vár Honnudóttir, cand.scient.san.publ, byrjar í tíðaravmarkaðum starvi sum verkætlanarfólk hjá Fólkaheilsuráðnum 1. mai 2022.

Vár er kanditatur í Fólkaheilsufrøði og hevur hollar royndir við hagfrøðiligum greiningararbeiði. M.a. hevur Vár í tveimum umførum fyrr starvast í Fólkaheilsuráðnum í sambandi við greiningararbeiði og verið við til at fyrireika stóru “Hvussu hevur tú, tað?” kanningina hjá Fólkaheilsuráðnum.

Høvuðsuppgávan hjá Vár verður at fyrireika fólkaheilsukanningina “Hvusu hevur tú, tað?”, sum verður framd aftur í februar 2023. Umframt at fyrireika kanningina, sum verður gjørd komandi ár, kemur Vár at arbeiða við øðrum kanningum, m.a. eini kanning av ungum í Føroyum. Hon kemur eisini at samskifta við føroyskar og útlendskar granskarar og granskingarstovnar, sum Fólkaheilsuráðið samstarvar við.

Kanningarnar- og greiningararbeiðið gevur Fólkaheilsuráðnum gott grundarlag at raðfesta og leggja arbeiðið hjá ráðnum til rættis.

Vár sigur, at tað, sum gevur meining fyri seg, er at granska í fólkaheilsu og vónandi vera við til at betra um fólkaheilsuna í Føroyum, samstundis sum hon kann brúka sínar hagfrøðiligu førleikar og menna sítt epidemiologiska grundarlag.

Leinkja til heimasíðunahjá Fólkaheilsuráðnum er her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo