Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fríggjadagin 16. apríl kl. 11:00 verða úrslit frá váða- og førleikameting fyri Føroyar, sum Reyði Krossur hevur skipað í 2020-2021 at síggja á netinum.

Netframløgan, ið er tekstað og teknmálstulkað, verður løgd út fríggjadagin 16. apríl kl. 11:00, bæði á heimasíðuna, og eisini ber til at melda til á facebook-tiltakinum.

Ein váða- og førleikameting er ein lýsing og greining av møguligum humaniterum váðum í samfelagnum, hvar hesir váðar koma frá, hvørjir samfelagsborgarar eru í størstum váða og hvørjir førleikar og tilfeingi longu eru at basa og fyribyrgja hesum váðum. Við støði í hesari vitan, ber síðani til at skipa og menna hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi á best møguligan hátt.

Øll áhugaði eru hjartaliga vælkomin at hyggja at framløguni, og viðmerkingar ella spurningar verða svaraðir umvegis facebook-tiltakið ella á redcross(at)redcross.fo.

Váða- og førleikametingin verður prentað í nærmastu framtíð, og verður send til umboð frá viðkomandi stovnum, sum hava luttikið í kanningini. Onnur eru eisini vælkomin at venda sær til skrivstovuna hjá Reyða Krossi á redcross(at)redcross.fo, um tey ynskja at ogna sær eitt eintak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo