

Eg fegnist eg um, at lønarsáttmálin hjá Starvsmannafelagnum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið nú loksins er góðkendur. Tað vistu vit øll fór at verða endin av hesum tragikomiska sjónleiki.
So tað er gott – sera gott.
Bert spell at eitt av størstu fakfeløgum okkara hevur verið brúkt sum statistur í hesum ódámliga leiki millum tveir høvuðskambar í Fólkaflokkinum, Anniku Olsen, borgarstjóra og Jørgen Niclasen, landsstýrismann.
Bæði hava tey vitað frá fyrsta degi, at tað er púrasta burturvið at hugsa sær, at limir í Starvsmannafelagnum, sum arbeiða fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, skulu fáa lægri løn enn tey, sum gera sama arbeiði fyri landið.
Bæði hava tey røkt sína egnu veljarafjøld í hesum margháttliga leiki. Og bæði hava tey fingið rúma fjølmiðlatíð til eina søgu, sum øll kendu endan á frá fyrsta degi.
Gott at Starvsmannafelagið helt fast um síni sjálvsøgdu rættindi!
Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo