Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Etiska ráðið og Sjúkrarøktaretiska ráðið: Vælferðartøkni er vorðin ein týðandi partur av okkara lívi. Vit tosa her um tøkni við tilgjørdum viti (AI, Artificial intelligence), so sum tólmenni (robottar), appir og telduforrit, sum kunnu lætta um í gerandisdegnum.

Tøkni, sum ger fólk betur før fyri at vera virkin, røra seg, taka lut og at klára seg sjálvi, ikki minst teimum, ið tørva røkt, antin tað er í egnum heimi, á røktarheimi ella øðrum stovni.

Vælferðartøkni kann soleiðis eisini vera við til at leysgeva arbeiðsorku, samstundis sum hon kann betra um trygd og lívsgóðsku hjá borgarunum.

Men við vælferðartøkni stinga nógvir etiskir spurningar seg eisini upp.

- Hvussu ávirkar tað sambandið millum menniskjur, tá ið tøkni og tøkniskipanir yvirtaka partar av røktini?

- Ber tað til at siga nei til vælferðartøkni, sum verður boðin einum, og fáa okkurt annað í staðin?

- Hvussu tryggja vit, at brúkarin verður hoyrdur og tikin við upp á ráð?

- Hava vit lov til at hava eftirlit við fólki gjøgnum tøkniskipanir, um tey ikki sjálvi hava givið sítt samtykki?

- Hvør hevur ábyrgdina fyri, at vælferðartøknin riggar sum hon skal?

- Og hvør hevur ábyrgdina, tá okkurt gongur galið?

Og so framvegis.

Fyri at varpa ljós økið, umframt at finna fram til og kjakast um so nógvar etiskar spurningar sum til ber, skipa Etiska ráðið og Sjúkrarøktaretiska ráðið í felag fyri einum tiltaki um vælferðartøkni og etikk týsdagin 7. juni kl. 13-16 í Smæruni, J.H. Schrøters gøtu 7.

Tiltakið verður skipað soleiðis, at umboð fyri mennarar, veitarar, brúkarar og onnur fáa høvi til lýsa evnið “Etikkur og vælferðartøkni” frá sínum sjónarhorni, við stuttum framløgum, sum verða stroymdar beinleiðis og sjónbandaðar til útgávu á heimasíðum.

Tilmelding fer fram á Facebook, har tiltakið og skráin fyri tiltakið er at finna á vangunum hjá Etiska ráðnum.

Til ber eisini at senda boð til er@er.fo ella ringja 219484. Um fleiri melda til, enn pláss er fyri, verður tiltakið flutt í størri høli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo