Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBlogg: Nú settu bilarnir aftur skránna í Havn. Eftir at hava lagt pláss og upplivingar hjá skattaborgaranum undir seg, heldur bilisman fram at ota seg ovast á dagskránna, har Býráðsmaktin er, men hesu ferð á ein heilt nýggjan hátt, sum ikki er sæddur áður í býnum - og kanska kann lata upp fyri nýggjum loysnum í bilanna býi.

Einki er at siga til, at kommunalu argumentini fyri samhaldsføstum átøkum kunnu gerast nokkso stuttlig vinstru megin miðjuna. 

Men tað er bara hendingaferð, kanska serliga í agurkutíð, sum í álmanakkanum fellir saman við hundadøgum. 

Gongur tú hesa tíð við lív og sál inn fyri eini ætlan, sum er øllum til besta, so kunnu argumentini verða hareftir. Tey fara gjøgnum heilt og verða ikki steðgað, hvørki av fyrivarni ella umhugsni av nøkrum slag. Her skal handlast og tað nú. Annars gleppur okkum alt av hondum. Serliga tá tað snýr seg um bilar, sum - hey - ikki koyra alla tíðina, men eisini standa í býarinnar samhaldsføstu bilagoymslum, til teir aftur koyra til onnur parkeringspláss, øllum til frægdar. 

Tað er sum skótarnir siga: Verð til reiðar! 

Hav altíð eitt perkeringspláss, har tú ert. 

Arbeiðis, handils, heima og útferð. 

Nú er eisini bíðing, støðling, sum onkur sigur, sloppin við í lívssyklusin, organisku ringrásina, í tilveruni hjá bilinum. 

Hann skal hava tað gott, bilurin. Hjúklast skal um hann, bilin. 

Ovast á breddanum í Bilhavnini er nú parkeringshúsið, sum ein útlendskur vælgerðarmaður vil geva okkum, tí miðbýurin aktar ikki uppgávuna. 

- Eg skal hjálpa tykkum í Havn, verður sagt. 

Og væl verður tikið ímóti gávuni. 

- Hetta er ein gáva til Havnina, sigur formaðurin í fyrstu avvarandi býarnevnd.

Eftir býráðsfundin í gjár, kemur fram, at gávan kortini skal betalast av brúkandi borgarum, og krevur undantaksloyvi frá øllum galdandi reglum og borgarum í avmálda økinum.

Men hjálpin til nýautonomu merkantilismuna í høvuðsstaðnum er altíð í nánd. Bilur er bili næst.

Ein annar býráðslimur úr sosialdemokratiska bilaflokkinum heldur, at nú skal løgtingið loyva kommununi at taka gjald fyri teir bilarnar, sum eru ov stórir og mangir fyri trongu vegirnar, vit framman undan betala.

Og nú er tað, at gullkálvsvalsurin uppfinnur eitt eyka stev, sum er heilt natúrligt í merkantilismuni.

Býráðslimurin sigur, at ordiliga fortreytin fyri at loysa veruliga parkeringstruppuleikan í Havn er, at tey sleppa at seta eina skipan um gjaldsparkering í gildi, tí eingin fer at rinda fyri at parkera í einum tunli, ella einum parkeringshúsi, tá ið tað er ókeypis at parkera uttanfyri. Av tí sama ber ikki til at fáa privatar íleggjarar at seta pening í eina slíka ætlan, verður sagt úr kommunalinum.

Hasa lata vit líka standa eina bilaløtu. Í bestu hundadøgum.

Ein pekunierur flokkur, heldur enn sosialdemokratiskur, spyrt tú meg. Men tað gjørdi tú ikki, so eg havi einki sagt, nú kommunala merkantilisman bleiv mobil.

Nú sigur fetteljarin tólvhundrað og metrarnir sjeyhundrað. 

Nú er summar, men enn er ikki ráðiligt at geva seyðinum breyð. Kanska ein poltisk miðbýarallegori um ikki at geva steinar fyri breyð. 

Gott vikuskifti!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo