Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Voxbotn: Við eini milliard views, 132 milliónum likes og 11 milliónum fylgjarum á TikTok er ungi havnamaðurin longu ein av teim allarstørstu stjørnunum á sosialu miðlunum.

Hann ferðast kring allan heimin og arbeiðir saman við teimum størstu innan altjóða tónleikavinnuna, men enn hevur ikki borið til at uppliva hann á palli í Føroyum.

Tað broytist tíbetur í summar, tá Reiley kemur á Okkara Voxbotn 2022. Við sær hevur hann ein gandakendan og litfagran heim, har vit við euforiskum løgum sum “blah blah blah”, “YOU”, “Let IT Ring” og “Superman” saman fara á eina glitrandi ferð millum stjørnur og mánar. Sjálvur gleðir Reiley seg til at sleppa á pall í Føroyum, og eru vit á Voxbotn fantastiska errin um at fáa hann á pall til ársins summarveitslu.

Hetta verður stórt – RISASTÓRT. Atgongumerki til Okkara Voxbotn 25. juni 2022 fáast á ebillett.fo.

Framanundan er greitt at Tobias Rahim, Rasmus Hagen, Michael Learns to Rock, Hugorm, Tungevaag, Brimheim, Safir og fleiri fara at framføra á Okkara Voxbotn.

Okkara Voxbotn 2022 í samstarvi við Effo, Atlantic Airways, SMS, BankNordik, Posta, Eta, Bilrøkt, Okkara, Power, Sisu og Nema

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo