Summi spreiða gleði allastaðni har tey koma. Onnur, tá tey fara
- Oscar Wilde

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tey vitjandi á endurnýtsluni vóru so kurteislig í dag, at tey eisini hildu tveir metra frástøðu millum bilarnar, segði ein nøgdur kundi, sum í dag nýtti høvið at sleppa av við órudd.

 

Í løtuni er endurnýtslan opin sum vant, men avmarkingar eru settar fyri, hvussu nógvir bilar kunnu vera inni á økinum í senn. Hetta er gjørt fyri at forða fyri, at ovnógv fólk troðkast saman og til tess at avmarka smittu. Men tað sá út til at rigga stak væl.

 

John Erik Hansen, leiðari á Brennistøðini, sigur, at samskiftið við kundarnar gongur frálíka væl og fólk ansa væl eftir sær sjálvum og øðrum. Opið er sum vant, men fólk mugu bara taka við, at tað kanska tekur eina løtu longri enn vanligt at sleppa inn á økið.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo