Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í summar havi eg havt stóra fragd av at brúka teir føroysku landsvegirnar saman við familju, og serliga fyri okkum eldru turistar eru vegirnir altavgerandi fyri at kunna síggja seg um og uppliva ta føgru natúruna. 

Kortini  kundu avmerkingar og  frásagnir verið týðuligari, týttari og størri. Endiliga eru summir av teimum mest trafikeraðu vegunum nakað smalir og áttu  at verið fýrasporaðir í støðum, eitt nú framvið Kaldbaksfirði, í Kollfjarðardali og framvið Skálafjørðinum.

Men tá ið man hugsar um, at Føroyar  hava færri íbúgvar enn bara Køge kommunu hevur, má man siga, at veganetið er imponerandi. 

Bergholini  eru fantastisk, og nú eru spennandi tíðindi komin um, at  Árnafjørður og Norðdepli  skjótt fáa síni hættisligu hol saneraði.

Men  tá ið tað er sagt, so eru heilt óforstáilig "gloymskutrøll", ella tað, sum danskarar kalla "undladelses-synder" framvegis.

Her hugsi eg fyrst og fremst um Sundsvegin, men eisini Selatraðarvegin og Veðranes.

Líka frá tí eg var smádrongur, bleiv javnliga tosað um, at vit  "skjótt fingu Sundsvegin at koyra á", men eg bleiv konfirmeraður og tilkomin, og man tosaði alsamt um tann "skjóttlidna" Sundsvegin, men hann kom ongantíð - fleiri ættarlið vuksu til, uttan tann famøsa Sundsvegin, sum bara bleiv sunnudagsprát í dagligstovum, har fólk langtandi  koyrdu fjøllbroyttar, men fiktivar túrar norður eftir oyggj.

Har sum tann "gálvandi Sundsvegurin" fyribils endar omanfyri Ternurygg, kom tó einaferð ein heilt ómotiverað brúgv, uttan vegir.

Brúgvin er helst tann einasta í Europa, sum liggur starblind uttan samband við nakran koyriveg.

Hví hesin vegur, sum bara manglar ca. 6 km, aldrin er blivin fullfíggjaður, ja, tað er ein kommunal gáta, sum tey fægstu kunnu gita.

Men akkurát nú, tá ið tunellin av Skálafirði skjótt verður latin upp í Hvítanes-umhvørvinum, hevði tað verið ein ótrúlig hjálp at fingið alla ferðsluna úr Vágum og Norðurstreymoy beinda suðureftir frá Sundi yvir Vatnaskørð, so Hvítanes bleiv spart ella friðað fyri eitt herviligt ferðslu-kaos.

Hví kann hesin  stutti teinur ikki blíva gjørdur, eftirsum havnarfólk hava longst eftir honum í  meira enn 80 ár.

Somuleiðis hava fólk alla mína tíð tosað um, at tað átti at verið gjørt eitt berghol gjøgnumVeðranes.

Tað var ein av kongstankunum hjá Petur Mohr Dam, sum ofta nevndi hetta, serliga aftaná, at hann hevði útvegað fígging til Oyndarfjarðarvegin á sinni.

Tað eru nú meira enn trýss ár síðani.

Hvør prioriterar sp løgið: Eru  tað landsteknikarar ella eru tað snævurskygdir politikarar?

Gott í tykkum ansvarligu, -  hvørjir tit enn eru, fái hesar "feilir" í einum annars frálíkum veganeti bøttar og fíggjaðar.

Tað eru eksttemt "smáar" investeringar við risastórum praktiskum fongi fyri bæði trygd og lívskvalitet hjá asfalts-glaðum, forliptum og forvitnum forbrúkarum.    

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo