Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Fiskamarknaður Føroya heldur, útlitini fyri komandi vikuna vera hampulig.

Streymurin verður góður og veðrið verður eisini gott tað mesta av vikuni, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt og teir fiska mest av hýsu.

Tvey línuskip fiska mest av longu og brosmu og koma helst at landa síðst í vikuni. Ein línubátur er á Føroya Banka og kemur at landa miðskeiðis í vikuni. Hann hevur mest hýsu og longu. Tey flestu frystilínuskipini eru til fiskarí.

Flestu partrolararnir eru eisini til fiskiskap. Teir fiska upsa og so nakað av hjáveiðu. Teir landa sum vikan gongur. Fiskaríið er smáligt, tó fær okkurt parið okkurt gott hál av og á.

Øll metingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo