Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Síðsta umfarð í liðkappingini í dart var spælt í Klaksvík leygardagin.

Havnar Dartfelag 1 hevði undan síðsta umfari nærum tryggja sær FM-heitið, meðan spenningur framvegis var um hini heiðursmerkjaplássini.

Vága Dartfelag vann sannførandi dystin móti Argja Dartfelag og tryggjaði sær silvur. Hetta førdi við sær, at dysturin millum Pílar & Skot og D9 var ein beinleiðis uppgerð um bronsuna. Pílar & Skot kom á odda 2-0, men so vendi dysturin og D9 vann trygt 9-3 og fekk harvið bronsu.

Úrslitini í síðsta umfari vóru hesi:
Pílar & Skot - Klaksvíkar Dartfelag    9-3
Argja Dartfelag - Vága Dartfelag    0-9
Pílar & Skot - D9        3-9
Argja Dartfelag - Klaksvíkar Dartfelag    8-8
Havnar Dartfelag 1 - Havnar Dartfelag 2    9-2

Endaliga støðan í liðkappingini:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo