Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Undanfarna ár fóru 424.281 ferðafólk um Vága Floghavn, og tað er met. Í 2018 vóru tey 377.813, so talan var um ein vøkstur á 12,3%. Um búskaparligu gongdina í árinum kann annars sigast, at hon ikki var rættiliga nøktandi, hóast bruttoúrslitið vaks úr 35.073 t.kr. upp í 41.960 t.kr., tí rakstur felagsins í sjálvum sær ikki hekk saman. Orsøkin til, at samtaksroknskapurin kortini hevði avlop var, at dótturfelagið, P/F Duty Free, hevði slakar 17 milliónir í avlopi. Atlantic Airways og Vága Floghavn eiga Duty Free í felag við hvør sínari helvt, og ávirkar úrslit felagsins tí ársúrslitini hjá báðum feløgum lutfalsliga.

Tað hevur ógvuliga stóran týdning fyri Vága Floghavn ár undan ári at hava nøktandi rakstrarúrslit, tí krøvini til flogvøllir í Europa verða støðugt herd í hesum tíðum, serliga viðvíkjandi útbúgving, starvsfólki og útgerð. Umframt hetta er íløgutørvurin sera stórur, og eisini hetta setur krøv til góð úrslit.

Arbeitt verður støðugt við tillagingum, soleiðis at flogvøllurin, farstøðin og tænastubygningarnir nøkta tørvin hjá brúkarunum. Harumframt verður hugt at møguleikum fyri at bøta enn meira um reglusemið á flogvøllinum. Samstundis verður støðugt arbeitt við at tillaga grundraksturin hjá Vága Floghavn, fyri at halda hann so skynsaman sum til ber. Vit vita, at íløgutørvurin er hækkandi komandi árini, og tað fer at krevja áhaldandi góð úrslit, hóast tørvurin á útbyggingum nú ikki er hin sami, sum áðrenn Korona fór at gera um seg.

Skráseting av tjóðskapi hjá ferðafólki
Síðani 1. januar 2019 hevur skipan verið uppsett í Vága Floghavn til at skráseta tjóðskapin hjá teimum ferðandi. Á henda hátt eru sera áhugaverdar skrásetingar fingnar til vega. Millum annað er staðfest, at meira enn helvtin av teimum ferðandi eru búsitandi uttanlands.

Tá eru føroyingar búsitandi uttanlands tiknir við. Um vit hyggja at, hvaðani tey ferðandi eru, sæst, at ein stór helvt eru føroyingar, nevniliga 53%, meðan hini 47% eru útlendingar. Hetta víkir rættiliga nógv frá teimum metingum fyrr eru gjørdar, tí roknað hevur ikki verið við meira enn umleið einum triðingi.

##med2##

Hetta merkir, at av teimum 424.281 ferðandi um Vága Floghavn í 2019, hava 229.112 verið búsitandi uttanlands. Her er talan um ferðandi báðar vegir og merkir hetta, at umleið 15.000, tað er 7% av teimum ferðandi, eru føroyingar búsitandi uttanlands og umleið 100.000 (47% av teimum ferðandi) vóru útlendingar, sum komu loftvegis til Føroya í 2019.

Væntanir fyri 2020
Við ársbyrjan hevði Vága Floghavn góðar vónir fyri 2020. Búskaparliga hevur gingið væl í Føroyum seinastu árini, og arbeiðsloysið var metlágt, undir 1%. Fólkatalið var við árslok 2019 farið upp um 52.000. Útlitini viðvíkjandi føroysku flogvinnuni vóru góð og Føroyar hava fingið nógva jaliga umrøðu sum ferðamál í altjóða miðlum seinastu árini.

Fram til 10. mars 2020 hækkaði ferðafólkatalið við 10,5% samanborið við sama tíðarskeið í 2019, men eftir hetta er ferðslan so at siga steðgað. Orsøkin er sum kunnugt avbjóðingin við alheimsfarsóttini KORONA ella KOVID-19, og tað er sera trupult at meta um, hvussu 2020 fer at hilnast, men útlitini eru ikki góð, hvørki fyri Vága Floghavn ella føroyska ferðavinnu sum heild. Fyri at tryggja haldføri felagsins hevur Vága Floghavn sett tiltøk í verk.

Á aðalfundinum í dag vóru Uni Danielsen og Janus Rein valdir í nevndina, meðan Birita Sandberg Samuelsen og Gunn Hanusardóttir Møller vórðu afturvaldar. Nevndin hevur skipað seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Janusi Rein sum næstformanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo