Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Trygdarkrøvini til flogvinnuna verða leypandi herd, og hetta hevur ført við sær, at Vága Floghavn hevur keypt ein nýggjan frakt-scannara.  

Nýggji frakt-scannarin avloysir gamla frakt-scannarin, sum er frá 2003. Tann gamli scannarin var 100*100cm; ímeðan tann nýggji scannarin er 145*180cm.

Nýggji scannarin ger, at tað gongur nógv skjótari av avgreiða fraktina, tí at hon kann taka heilar plattar. Tískil er í stóran mun ikki longur neyðugt, at taka eindirnar sundur fyri at fáa tær ígjøgnum scannarin. 

Eitt er at trygdarkrøvini eru herd, og eitt annað er at mongdin av farmi sum verður fluttur umvegis Vága Floghavn er í vøkstri.

Higartil í ár hava flogfeløgini flutt 440 tons av farmi til og frá flogvøllinum. Somu tíð í 2016 vóru 370 tons flutt umvegis flogvøllin. Hetta er sostatt ein vøkstur á umleið 15%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo