Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Føroyaprent hevur latið Vága Floghavn fleiri enn 200 skeltir til farstøðina og nýggja parkeringsøkið. Talan var um eina krevjandi uppgávu, tí summi skelti skuldu hava ljós og onnur lúka serstakar treytir til veður og vind.

Veitingin frá Føroyaprent hevur fevnt um alt arbeiðið - frá prenti av skeltum, til LED-ljós og steyrar av galvaniseraðum stáli v.m.

Føroyaprent er landsins størsta og mest framkomna prentsmiðja og virksemið á Føroyaprent fevnir eisini um skeltaverkstað, har vit bæði framleiða og seta upp skeltir til ein hvønn tørv.

“Vit eru ikki sørt errin av at hava veitt Vága Floghavn skeltini, sum vónandi fara at lætta munandi um alla ta øktu ferðsluna, sum er kring floghavnina” sigur Jon Hestoy, ið eigur og rekur Føroyaprent.

Eitt eru neyðug amboð og maskinur, men Føroyaprent er fyrst og fremst menniskjaligt tilfeingi. Her starvast stívliga 30 dugnalig fólk, sum kýta seg og eitt sindur afturat, fyri at Føroyaprent skal lata fyrsta floks tænastu – hvørja ferð, sigur Jon Hestoy at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo