Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn søkir eftir stjóra við góðum samstarvsevnum at standa á odda fyri framhaldandi menning av felagnum.

Stjórin í Vága Floghavn hevur beinleiðis tilvísing til nevndina og hevur tískil stóra ávirkan á, hvussu bygnaður og rakstur í felagnum verða skipað.

Stjórin skal, saman við nevnd og starvsfólkum, tryggja góðu gongdina hjá Vága Floghavn.

Um Vága Floghavn
Tað eru gott og væl 10 ár síðani, at flogvøllurin varð yvirtikin frá dønum, og Vága Floghavn varð stovnað - at eiga og reka flogvøllin.

Hóast eina lítla afturgongd, tá fíggjarkreppan rakti í 2009 og 2010, so hevur ein støðugur vøkstur verið í virkseminum á flogvøllinum hesi 10 árini.

Ferðafólkatalið fór fyri fyrstu ferð uppum 300.000 ferðandi í oktober 2017 - og við ársenda var ferðafólkatalið 341.388.

Seinastu árini er vøllurin longdur úr 1250 m til 1799 m, og nýggj farstøð er bygd.

Vága Floghavn avgjørdi í 2016 at fara undir at víðka um parkerings¬økið, og í oktober 2017 var parkeringsøkið liðugt.

Talið á parkeringsplássum er økt úr 350 til 850 parkeringspláss.

Á vári 2018 verða lonir gjørdar á parkeringsplássinum, soleiðis at viðskiftafólk kunnu ganga turr til og frá farstøðini.

Ætlanin er, at lonirnar skulu vera lidnar í juni 2018.

Umsóknarfreistin er 1. februar 2018.

Les alla starvslýsingina - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo