Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Seinastu tvær vikurnar er tað vorðið alt meira og meira greitt, at Korona-farsóttin rakar flogvinnuna ógvuliga meint, ikki minst her hjá okkum. Tíbetur hevur løgtingið samtykt hjálparpakka, sum miðar eftir at hjálpa løntakarunum. 

Sum kunnugt steðgaði SAS allari flúgving til Føroya frá seinasta mikudegi, og Atlantic Airways hevur boðað frá, at teirra flúgving komandi vikurnar í fyrstu syftu verður avmarkað til ein túr til Keypmannahavnar og aftur mánadag, mikudag og fríggjadag. Tyrluflúgvingin verður somuleiðis skerd til einans mánadag og fríggjadag.

Hesar umstøður hava sjálvandi við sær, at hvørki flogfeløg ella flogvallir hava nakrar inntøkur.  Flogfeløg, gistingarhús og onnur í ferðavinnuni fáa avlýsingar í hópatali, og tí bendir alt á, at ferðavinnan kemur at hava trong kor komandi mánaðirnar.

“Seinastu dagarnar hava vit viðgjørt viðurskiftini, og tað stendur púra greitt, at fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá Vága Floghavn er neyðugt at laga virksemið til íkomnu støðuna”, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága Floghavn. Fyribils eru krepputiltøkini galdandi fram til 30. apríl.

Hetta merkir, at Vága Floghavn einans kemur at hava opið omanfyri nevndu dagar frá 9 til 16, og manningin verður avmarkað til tað minst møguliga. Skerjingarnar í upplatingartíðum merkja, at øll starvsfólk fara niður í arbeiðstíð, og samsvarandi niður í løn. Vága Floghavn arbeiðir við at tryggja starvsfólkunum fíggjarliga hjálp fyri lønarmissin gjøgnum almenna hjálparpakkan.

Kreppuátøkini fevna eisini um leiðslu felagsins, sum fer niður í løn, uttan tó at fara niður í arbeiðstíð. Nevnd felagsins sigur sína samsýning fyri mars og apríl frá sær.

“Vit harmast sjálvandi um støðuna, og at hetta rakar inntøkugrundarlagið hjá hvørjum einstøkum av starvsfólkum okkara, men vit síggja tíverri ikki aðra loysn enn at seta hesi tiltøk í verk alt fyri eitt”, sigur Regin I Jakobsen, stjóri, og heldur fram: “Tað er okkara inniliga vón, at gerandisdagurin skjótt gerst vanligur aftur, eins og vit samstundis vóna, at bæði starvsfólk og viðskiftafólk skilja, at tað ikki slepst undan tiltøkum av hesum slag.”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo