Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Seks floghavnir í danska ríkinum bjóða uttanríkisflúgving. Av teimum er Vága floghavn ein, og her er vøksturin størri enn nakra aðrastaðni.

Tað skrivar Check-in.

Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár vaks uttanríkisferðslan við yvir 27 prosentum.

Tilsamans flugu 17.417 ferðafólk uttanríkis úr Vága Floghavn fyrstu fimm mánaðirnar, og tað er 27,5 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

Orsøkin til stóra vøksturin í uttanríkistrafikkinum er bæði tí at fleiri føroyingar ferðast beinleiðis úr Føroyum til mál uttan fyri ríkið, men eisini tí, at fleiri útlendsk flogfeløg flúgva leigutúrar til Vága floghavn.

Umframt Vága floghavn ber sambært Check-in eisini til at flúgva uttanríkis úr Kastrup, Århus, Ålborg, Esbjerg og Billund.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo